Okkara Vár vann kappingina

Páskabryggin hjá Okkara, Okkara Vár, vann herfyri eina danska kapping í ølsmakking fyri páskabryggj.

 

11 útvald páskabryggj og 30 ymiskir limir vórðu við í kappingini, ið var hjá Vestjysk Ølkultur.

 

Okkara vann kappingina við 130 atkvøðum. Nummar tvey fekk 126 atkvøður.

 

Okkara hevur verið við í líknandi kappingum fyrr. Í fjør blivu tey nummar tvey í kapping um jólabryggj.

 

Okkara hevur eisini vakt ans við samstarvinum, ið bryggjaríið hevur við danska Mikkeller, um at bryggja “Gullhornið”, ið kom á marknaðin í síðstu viku.