Okkara undurverk

Múrurin í Kirkjubø, Christianskirkjan, Norðurlandahúsið, Kirkjubøstólarnir, Tinganes, Noðoyatunnilin, Merkið og Amtmansborgin eru føroysku undurverkini

Talan var fyrst og fremst um bygningar, tá ið føroyingar tóku av avbjóðingini hjá sjónvarpinum at gera av, hvørji tey sjey føroysku undurverkini eru.

Hesar seinastu dagarnar hevur verið møguleiki fyri á heimasíðuni hjá sjónvarpinum at greiða atkvøðu um hetta. 116 uppskot vóru at velja ímillum. Uppskot, sum uppfinnsamir føroyingar hava sent til sjónvarpið. Flestu teirra vóru seriøs uppskot, meðan onnur teirra vóru meiri skemt enn nakað annað. Til dømis kioskin á Vaglinum í Havn, Trøðin hjá Arnhold West í Hvalba og Zarepta á Vatnsoyrum.


Sjey gjørdist til átta

Tað var í ólavsøkusendingini ólavsøkuaftan, at undurverkini vórðu kunngjørd. Seks tey fyrstu vóru Múrurin í Kirkjubø ella Magnusar katedralurin, Christianskirkjan, Norðurlandahúsið, Kirkjubøstólarnir, Tinganes og Noðoyatunnilin. Og tá tað stóð á jøvnum millum tvey tey síðstu, og Sjónvarpið ikki vildi draga lut millum tey bæði, sluppu bæði fyrsta føroyska flaggið, sum Jens Oliver Lisberg gjørdi, og sum hongur í kirkjuni í Famjin, og amtmansborgin ella húsini hjá Ríkisumboðsmanninum, uppí part eisini. Soleiðis gjørdust Føroya sjey undurverk til átta undurverk.

Sjónvarpið upplýsti ikki, hvat undurverk hevði fingið flestar atkvøður.