Okkara um stjørnurnar

Hvat halda bestu føroysku spælararnir um bestu av italsku stjørnunum

Hóast bæði Frakland og Týskland áður hava vitjað í Føroyum, so hevur mótstøðan ongan tíð verið so stór, sum hon er tað í morgin hjá føroyska fótbóltslandsliðnum. Hóast fyrimunin av heimavølli, so er tað í løtuni heimsins sterkasta fótbóltstjóð, sum vit skulu royna okkum ímóti. Á styrkislistanum hjá FIFA, har Italia altso toppar, eru vit at finna sum nummar 185, og tí er tað neyvan so, at italsku spælararnir vita tað allar minsta um okkara menn.

Hinvegin man hvørt mansbarn í Føroyum bera kenslu við nøvn sum Buffon, Cannavaro, Zambrotta, Gattuso, Pirlo, Del Piero og Inzaghi fyri bert at nevna nakrar. Og eisini eru hetta spælarar, sum føroysku »stjørnurnar« síggja upp til. Onkrar enntá sum fyrimyndir, ið á mangan hátt kunnu virka til at geva íblástur.

Eftir landsliðsvenjingina hóskvøldið hittu vit fýra av okkara á máli og bóðu teir um at greiða frá, hvat eyðkennir teir spælarar á mótstøðuliðnum, sum vanliga spæla somu leiklutir, sum føroysku spælararnir sjálvir á vøllinum.


---


Jákup Mikkelsen um Gianluigi Buffon


- Eg veit ikki, hvat eg skal siga. Hann hevur bara alt. Bæði góðar reaktiónir og sterkur í feltinum. Enn er hann eisini hampuliga ungur, og tí kann hann eisini gerast enn betri. Tað verða í øllum førum fleiri ár, áðrenn formkurvan hjá honum fer at ganga niðureftir.

Og ert tú samdur við teimum, sum siga, at Buffon er heimsins besti málverji?

- Ja, tað haldi eg, at hann er.


---


Óli Johannesen um Fabio Cannavaro


- Hann hevur jú alt, sum ein verjuspælari skal hava. Serliga um tú tosar um modernaðan verjuspælara, sum eisini skal duga at spæla fótbólt. Tað er jú heldur ikki av tilvild, at hann er kosin heimsins besti. Hann er stýrimaður á liðnum hjá heimsmeistarunum. Hann er sterkur í luftini, hóast hann ikki er av størstu monnum. Hann hevur eitt sera gott avsett, er kropssterkur og dugur væl at spæla fótbólt.

Var hann spælarin, sum tú atkvøddi fyri, tá ársins spælari skuldi kjósast.

- Tað haldi eg ikki. Eg minnist ikki reiðiliga, hvar mín atkvøða fór, men eg haldi ikki, at hon fór til hansara.


---


Súni Olsen um Andrea Pirlo


- Hann er ein øgiliga teknisk sterkur spælari. Hann hevur ótróliga neyvar sendingar, og hann hevur eitt stórt arbeiðsøki á vøllinum. Og so arbeiðir hann eisini knallhart. Fyrst og fremst, so er tó tekniski førleikin og yvirblikkið, sum gera hann til nakað heilt fyri seg.

Tað er kanska ein slíkur spælari, sum tú sært upp til, tá tú sært hann á vøllinum?

- Sjálvandi. Har eru jú nógvir góðir spælarar á miðvøllinum. Ikki minst Gattuso og Ambrosini, men teir eru kanska meira arbeiðsmenn. Men við tekniska førleikanum skínur Pirlo kanska meira enn hinir báðir, tá um ræður fótbóltsevnini.


---


Christian Høgni Jacobsen um Filippo Inzaghi


- Fyrst og fremst hevur hann eina góða nøs fyri at fáa mál, soleiðis at hann dugir væl at plasera seg. Og hartil er hann eisini rættiliga provokerandi. Togar og heldur og nýtir allar snildir fyri at koma til kjansirnar. Faktiskt ein typiskur og fantastiskur áleypari.

Kanska ein av slagnum, sum tú kanst læra nógv av, bara við at hyggja at honum?

- Heilt bestemt. Eisini tí hann setir krøv til viðspælarar, og er eftir teimum, um hann ikki verður spældur rætt. Tað er kanska nakað, sum vit hava ov lítið av í Føroyum. Hetta at tora at vera egoistiskur og frekur og krevja nakað.