Sjúrður Poulsen
???????????????
Ja, nú kom ð. í rættiligt málsligt illveður, síðani ein vísindalig kanning er gjørd av dygdini í okkara móðurmálsligu undirvísing og kunnleika. Vónandi er skurkurin nú funnin ið ryggbrýtur okkara annars so vakra mál, men rættiliga ivasamt man tað vera, um nú ð. i er so hættisligt, framum okkurt annað.
Ikki minni ivasamur gerst hesin pástandur, tá hugsað verður um, at ð er einasti bókstavur í allari stavrøð okkara, sum einki ljóð hevur. Tað er stumt, sum sagt verður, og mátti tí ikki verið so skaðiligt. Tað skuldi so bara verið út-sjóndin.
Ein av okkara málkønastu lærarum í seinri tíð, mundi vera Tórarinn Evensen sáli. Hann plagdi smílandi at geva okkum ein tummilfingur regul, ið segði: ivast tit í, um eitt orð skal hava ð ella ikki, so skulu tit heldur ikki skriva ð. í, tí tað lýtir nógv meira at hava eitt ð ov nógv heldur enn at hava eitt ð ovlítið.
Nei, nú man tað heldur vera komið hartil, at øll tit, ið hava við málbrúk og undirvísing at gera eitt nú: skúlar, barnagarðar, útvarp, sjónvarp og ikki minst tit, ið bløðini skriva, mugu vanda sær meira um sín málburð. Og minnist til, tit mugu fyrst duga at snakka, áðrenn tit fara at skriva.
Tað eitur ikki, at: nógvir stormskavar hendi í seinasta vindi. Men storm- ella vindskaðar hendu. Tað eitur heldur ikki, at: stórir brimskavar hendi í seinasta uppgangi. Men stórir brimskaðar hendu.
Nú ein dagin møtti eg nøkrum ovurfegnum unglingum. Tey søgdu seg hava verið í einum ordiliga feitum føðingardegi. Tað hevði verið so ótrúliga skeg og virkiliga kul. Ja, ein løgin málbering, men heilt vanlig í dag.
Tá ið okkara, nú tíverri, fráfarna samgonga, stríddist við at gera nýggja fíggjarætlan, nevndu oddamenninir fleiri ferðir, at teir hildi skattatrýstið vera rímiliga høgt, og tí ætlaðu teir at lætta um skattin. Tað var týðiligt, at teir brúktu orðið rímiligt ístaðin fyri órímuligt.
Nei, málið er við at skeiklast av leið, og tað er neyðugt at nýta ? peikifingurin ? og nakað av terping aftur í undirvísingini sjálvt, um tað ikki er gott pedagogiskt latín í dag. Fyri mongum árum síðani minnist eg, Jóannes av Skarði sála, enda eina Grækarismessu røðu við hesum ynski: Latum okkum í felag streingja tað heiti, at í komandi ári læra vit okkum at benda navnorðini rætt.
So leingi, sum tú ikki kennir mállæruna, verður eingin málsligur bati, hvørki í skrift ella talu.










