Í okkara skúla skulu børnini hava tað gott

Tað var lív í á Norðskála-Oyrar skúla herfyri, tá evnisvikan, tey høvdu havt um ull og grind, endaði, og listaverkini, tey høvdu gjørt úr ull, vórðu sýnd fram í høllini á skúlanum. Eisini varð borðreitt við pinnamati við grind, spiki, eplum og turrum fiski

Hesaferð skuldi evnisvikan á Norðskála - Oyrar skúla snúgva seg um eitthvørt, sum hevur bæði við myrku tíðina og økið har um leiðir at gera.
Tey gjørdu av, at evnið skuldi verða grind og ull. Grindavísan gongur fyri seg millum Hvalvík og Oyrar, so tað var upplagt at velja hana sum høvuðsevnið, ið alt arbeiðið skuldi ganga út frá.
Fyri at røkka øllum tí, sum ætlanin var at fáa burtuúr, varð neyðugt at biðja um hjálp frá læraraskúlanum. Og tað var jú eitt óført hugskot, tí á henda hátt fingu læraraskúlanæmingarnir høvið til nakrar veruliga mennandi og gevandi starvsroyndardagar.
Við leiðslu av Súsan í Jákupsstovu, sum er ein meistari , tá tað kemur til at fáast við ull, gjørdu børnini, saman við næmingum frá læraraskúlanum, tey vakrastu listaverk, tú kanst hugsa tær.
Í skúlanum hava tey leingi ynskt at prýða høllina, so hugskotið frá Súsan, um at gera myndateppir úr tøvdari ull, var júst tað rætta og gjørdi dreymin til veruleika.
Grindavísan lýsir væl grindadrápið, frá tí grindin verður funnin til hon verður býtt og skorin upp. Tá evnisvikan var av, vistu næmingarnir alt, sum var vert at vita um grind. Tey høvdu tá gjøgnum myndalist, og við at læra grindavísuna, lært um grind á ein hátt, sum gjørdi, at tey fingu nógv burturúr og síggja nú grind og grindadráp úr øllum sjónarhornum.
Eisini høvdu tey lært nógv um føroysku ullina, hvussu hon kann brúkast, bæði til brúkslutir, leikur og myndir.
Seinasta evnisdagin var framsýning, framførsla og dansur í høllini. Eisnini varð borðreitt við pinnamati við grind, spiki, turrum fiski og eplum. Eplini høvdu næmingarnir sjálvir velt og tikið upp.
Stór mál
Saman við starvsfólkum sínum, hevur skúlaleiðarin, Óli Jákup Joensen, sett sær stól mál fyri Norðskála-Oyrar skúla.
? Vit vilja bera orð fyri at vera ein skúli, sum hevur børnini í miðdeplinum, og sum er til reiðar til framtíðina ? alla tíðina, siga tey á heimasíðuni, www.sunda.fo
Skúlin hevur sum mál at geva næmingunum eitt virðisgrundarlag, har eitt nú stórur dentur verður lagdur á fólkaligheit, fyrilit og umsorgan.
? Á okkara matrikkulnummarið skulu børnini hava tað gott, sigur skúlaleiðarin.
Hann vísir á, at í dag eru tað nógv børn, sum hava tað so trupult.
? Men vit kunnu seta okkum fyri, at børnini skulu hava tað gott í skúlanum, kenna seg trygg og vita, at her eru vit góð við tey.
? Vit leggja eisini ábyrgdina yvir á næmingarnar sjálvar við at siga, at eingin næmingur skal taka lut í ella góðtaka at næmingar verða argaðir, slignir ella stongdir úti frá felagsskapinum.
? Tað ber eisini til at venja børnini við at broyta málbrúkið, halda uppat at bannast og nýta niðursetandi, sárandi viðmerkingar um onnur, við at slíkt snøkt sagt ikki verður góðtikið á skúlanum.
Málið er at menna sjálvsálitið hjá hvørjum einstakum næmingi, og skúlin má geva næmingunum álit á seg sjálvar, so teir í góðum treysti møta tí nýggja við spenningi og arbeiðshugi. Tí er alneyðugt við góðari frálæru, sum skal geva næmingum upplivingar, har teirra verk eydnast og harvið geva teimum álit á egnar førleikar og evni og mennir ábyrgdarkensluna fyri egnari læring og egnum lívi.
Sunda kommuna leggur eisini stóran dent á, at fólkaskúlin gevur børnunum eitt gott støði at standa á, økir um hugin hjá teimum at læra.
? Skúlagongdin er í alt størri mun vorðin ein hornasteinur undir menningini hjá øllum børnum. Skulu tey mennast og trívast við teimum krøvum, ið dagsins samfelag setir til tey, er neyðugt at undirvísingin fer fram í einum góðum og tíðarhóskandi umhvørvi, stendur millum annað at lesa á heimasíðuni hjá Sunda kommunu.