Við móttøku seinapartin fór nýggja bryggjaríið, Okkara, alment undir framleiðslu, og tá rúsuhandlarnir lata upp klokkan 10 leygardagin, verður ølið at fáa til keyps har. Wilhelm Petersen, stjóri í Okkara, segði fyrr í vikuni, at hann væntaði, at Okkara øl fór at verða til keyps í rúsuhandlunum til vikuskiftið, og í dag varð tað so váttað.
Eitt ár er gingið, síðani fyrstu lutirnir til bryggjaríið komu til landið, og seinastu vikurnar er øll skipanin royndarkoyrd.
Alt hevur víst seg at virka væl, og í morgun hava vit framleitt 3.700 dunkar um tíman, sigur Wilhelm Petersen.
Øll neyðug loyvir eru fingin upp á pláss, og flestu avtalurnar við avtakararnar av ølinum eisini.
Í fyrsta umfari verða trý sløg av Okkara øli at fáa, pilsnar, classic og gull. Men bryggjaríið fer eisini at framleiða serøl til serlig høvi so sum jól, páskir og ólavsøku.
Kappingin verður í fyrstu syftu móti øðrum dunkaølum, men Okkara fer tó seinni eisini at tappa øl á fløskur.










