Okkara prístal var tað rætta

Arbeiðsbólkurin, sum kannaði prístalið, kom fram til, at prísvøksturin var 2,6 prosent seinasta árið og ikki 4,7 prosent, sum Starvsmannafelagið hevur ført fram. ? Hetta er tað, sum vit hava víst á alla tíðina, sigur fíggjarmálaráðharrin

Kanningin av prístalinum er liðug og úrslitið var, at prísvøksturin í føroyska samfelagnum var 2,6 prosent.

Hetta var í stuttum niðurstøðan í frágreiðingini, sum arbeiðsbólkurin kom við eftir at hava arbeitt í okkurt um ein dag við málinum.

Trætan millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið stóð um, hvørt prísvøksturin var 4,7 prosent, sum Starvsmannafelagið, ella um 2,5 prosent, sum Fíggjarmálastýrið sigur.

Í frágreiðingini sigur arbeiðsbólkurin, at tey hava dagført brúksmynstrið sum var frá 1975. Samfelagið er broytt og hildið var ikki, at eitt føroyskt húsarhald longur brúkar meiri enn helmingin av inntøkuni til matvørur.

Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri sigur í eini viðmerking til prístalskanningina, at tað var júst tað, sum hann og embætismenn hansara høvdu væntað.

? Vit hava alla tíðina hildið fast við, at prísvøksturin ikki var so stórur, sum Starvsmannafelagið vildi verða við. Nú hevði eg so bert vónað, at teir góðtaka hesar útrokningar, men eg havi skilt, at teir ikki ætlað sær at halda seg til hetta nýggja talið, sigur Karsten Hansen.


Ein almennur

trupulleiki

Henda spurning settu vit formanninum í Starvsmannafelagnum, hvat hann sigur til kanningina og úrslitið av henni.

? Sjálvari kanningini havi eg einki ímóti, og sum so havi eg heldur einki móti úrslitinum, men tað avdúkar bara, at prístalsgrundarlagið her heima er púra burturvið, sigur Gunnleivur Dalsgarð.

? Vit hava eitt alment prístal, sum sigur 4,7, men nýggjar útrokningar siga 2,6 prosent. Merkir tað so, at pensjónirnar skulu hækkast eftir hesum ella hvat??

Gunnleivur Dalsgarð vísir á, at við hesi kanning er tað vorðið alment kunnugt, at tað er tørvur á eini nýggjari nýtslukanning og einum bólki, sum ásetur prístali.

Men hvat prístal fara tit at halda tykkum til í samráðingunum framyvir?

? Vit fara sjálvandi at halda okkum til 4,7 prosent, tí tað er tað almenna talið, sigur Gunnleivur Dalsgarð og leggur afturat:

? Vit kunnu ikki annað.