Okkara partur skal ikki liggja eftir

Vit vita, at hetta bjargar mannalívum

- Vit eru eitt vegamót í ferðsluni og tað er ein sannroynd, at hjartastartarar bjarga mannalívum.

Tað sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda Kommunu.

 

Kommunustýrið hevur áður játtað pening til at keypa hjartastartarar til ymsar bygdir í kommununi. Men nú hevur kommunustýrið so samtykt at keypa nakrar afturat, so at hjartastartarar eru á øllum plássum.

 

Hjartastartari er longu í Hósvík, við Áir, Haldarsvík, í Nesvík og aðrastaðni.

Í hesum sambandi hevur kommunustýrið nú samtykt at keypa tveir hjartastartarar afturat í ár. Annar skal hongjast upp, uttanfyri læknahølið við Norðskála og hin skal hongjast við fótbóltsvøllin við Margáir.

 

Næsta ár er so ætlanin at seta pening av til at keypa fleiri hjartastartarar, so at ein er í hvørjari bygd.  

 

Heðin Zachariasen sigur, at ætlanin er eisini at senda umsjónarfólk og starvsfólk á dagstovnum á skeið í at brúka hjartastartara. Og samstundis skal kunnast væl um, hvar teir hanga.

 

Borgarstjórin sigur, at tað er nógv ferðsla ígjøgnum Sundalagið og tí er ætlanin at upplýsa um, hvar hjartastartarar eru.

 

- Tað er ein sannroynd, at hjartastartarar bjarga mannalívi, tað vita vit eisini ítøkilig dømi um. Tí halda vit, at okkara partur skal ikki liggja eftir, sigur borgarstjórin, sigur Heðin Zachariasen.