Okkara nýggi einaveldisharri?

Heimurin hevur havt eitt ótal av einaveldisharrum í gjøgnum søguna. Í nýggjari tíð kunnu vit um okkara leiðir m.a. nevna Mussolini ella Franco.

Tað, sum er felags fyri flestu einaveldini, er, at tey á mangan hátt hava havt sera álvarsamar fylgjur fyri tjóðina og ein stóran part av borgarunum í hesum samfeløgum.
Tað, sum eyðkennir einaveldir, er, at fólkið fer í upploysn. Borgararnir fara í táttarnar hvør á øðrum, í stríði um at vera fyri ella ímóti einaveldinum og einaveldisharranum. Enntá systrar og brøður kunna liggja hvørjum øðrum eftir lívinum.
Tá fólkið – oftast eftir drúgva tíð – sær og merkir, at einaveldisharrin í roynd og veru bert arbeiðir fyri sær sjálvum og sínum, finnur fólkið saman aftur. Fólkið ger síðani uppreistur, í besta føri verður einaveldisharrin feldur og samfelagið verður endurskipað, soleiðis at fólkið merkir, at tey verða ein virðiligari partur av sínum egna samfelag.
Tey seinastu 3 árini hava vit havt eina sera álvarsliga fíggjarkreppu í heiminum. Bankakervið er hoknað so mikið, at politiska kervið ristir í knøunum og stúrt verður fyri, at bankakervið skal koppa og at fylgirnar av einari slíkar hending er púrasta óyvirskuðulig.
Avleiðingin er, at politiska skipanin letur bankakervið fáa eina tjúkka slangu niður í teir almennu kassarnar eftir tøkum peningi og soleiðis halda lív í bankakervinum. Tó skal nevnast her, at í m.a. Danmark hava bankarnir higartil goldið fyri egnar bankapakkar. Røddir eru frammi um, at danska bankakervið er verri fyri enn higartil hildið, so vit vita ikki, um almenni kassin ikki eisini kemur upp í leikin har.
Úrslitið er, at teir almennu kassarnir verða pressaðir fyri tøkan pening. Hetta er møguliga ikki nøkur katastrofa, um vit fáa ein búskaparvøkstur og bankakervið soleiðis kemur fyri seg aftur og klárar at gjalda tey almennu lánini aftur uftan at hava tørv á nýggjum almennum lánum.
Trupulleikin er, at tað nú sær út til, at búskaparvøksturin ikki hevur ynsktu framgongd og at bankakervið hevur sera ilt við at reisa seg aftur. Hetta kann hava sera óhepnar fylgjur fyri almennu peningakassarnar, tí bankarnir fara helst at fáa torført við at hóra undan uttan tey almennu lánini. Vit koma helst at síggja stórar upphæddir flyta seg frá minni sjúkum landskassum til meiri sjúkar landskassar, samtíðis sum lív skal haldast í bankakervinum við bankapakkum 4, 5, 6…..
Um hetta verður soleiðis – tað er í grundini longu byrjað – so kemur okkara nýggi einaveldisharri at eita Gjaldføri , ikki kapitalisma, men gjaldføri (tøkur peningur).
Tí almenna fer at vanta pening til vanligt viðlíkahald av samfelagnum, til almennar útbyggingar, bæði sosialar og materiellar. Vit fara at síggja politisku skipanina lóggeva um brúkaragjøld til vanligar almennar veitingar í nógv størri mun enn nú, og gjógvin ímillum rík og minni rík fer at gerast nógv størri, enn hon er í dag.
Vit fara at síggja, at peningakervið og íløgugrunnar fara at taka tær stóru avgerðirnar um framtíðina, eisini avgerðir sum í roynd og veru áttu at fingið eina politiska viðgerð og møguliga avgerð eisini.
Um politiska skipanin ikki syrgir fyri at lata greið og tilvitað krøv fylgja við, at bankakervið fær tann almenna peningin at arbeiða við, so kemur politiska skipanin at standa sum statistur á síðulinjuni, meðan Gjaldførið tekur tær stóru avgerðirnar.
Okkara fólkaræði hvílur á politisku skipanini, tí vit geva okkara atkvøðu til politikarar, soleiðis at teir kunnu stjórna og lóggeva til frama fyri alt samfelagið. Men um hesir politikarar nógvu næstu árini standa á síðulinjuni sum statistar, so standa teir í veruleikanum við fólkaræðnum í føvninginum og hyggja at.
Tað verður bert ein spurningur um tíð, áðrenn fólkið tá fer at savnast og ger uppreistur eins og tað hevur gjørt undir so nógvum øðrum einaveldisharrum áður.
Nú allir flokkar eu lidnir við listarnar til næsta løgtingsval, meini eg, at okkara valevni eiga at hava slíkt í tonkunum, serliga tí at kreppan her heima ikki er so tætt knýtt at alheimskreppuni, men í nógv størri mun er sjálvskapt. Føroyska samfelagið er heilt einfalt ov kostnaðarmikið at reka í mun til tær inntøkur, sum vit hava.
Tað vandamikla er, at tað helst ikki er nógmikið um vit fáa rættað okkara samfelagsbúskap, soleiðis at inntøkur og útreiðslur javnviga.
Bankakervið, saman við íløgugrunnum, hava sera gott gjaldføri, sum kann verða nýtt til avgerðir, har ið okkara løgting og okkara landsstýri ikki verða við í avgerðum, sum vanliga sjálvsagt hoyra heima hjá politisku skipanini.
Um vit vilja tað ella ei, so er okkara partur av heiminum soleiðis samansettur, at peningurin og avgerðirnar fylgjast. Um vit hava ov veikan landskassa í mun til bankar og íløgufeløg, so kemur landskassin, og harvið politiski myndugleikin at standa sum áskoðari til nógvar av teimum avgerðum, sum skapa framtíðina.
Í ein ávísan mun kunnu vit sjálv forða fyri, at hesin einaveldisharrin fær fótin fastan í Føroyum, sjálvt um hann helst fær fastan bústað í londunum rundan um okkum.
Politiska ábyrgdin er, óansæð loysing – samband ella høgra – vinstra, at tora at fremja neyðugar broytingar, reformar, sum tryggjar okkum ein sjálvberandi búskap við einum sterkum og likvidum landskassa, í nógv ár framyvir. Hetta kemur at geva neyðugu styrkisjavnvágina ímillum almennu og privatu uppgávurnar í okkara landi.