Okkara leiklutur er avmarkaður

Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum, Kári P. Højgaard, væntar, at tríggir av teimum stóru flokkunum koma í samgongu. Leikluturin hjá Sjálvstýrisflokkinum sum miðflokki er tískil avmarkaður

Sjálvstýrisflokkurin var enn einaferð tætt við at fáa tveir tinglimir, men tá avtornaði gjørdist teir ov stuttir og fingu bert tann eina tingmannin. Einans tvær atkvøður eru á muni millum Eysturoyar og Suðurstreymoyar valdømi og tískil er ikki endaliga avgjørt, hvør eykavaldi tingmaðurin hjá Sjálvstýrisflokkinum verður.
Í løtuni varðveitir Kári P. Højgaard sín tingsess, men nýggja valevnið hjá Sjálvstýrisflokkinum, Malan Johansen, er bert tvær atkvøður frá at taka tingsessin frá formanni Sjálvstýrisfloksins. Ein fínteljing verður gjørd, áðrenn tað endaliga verður staðfest, hvør fer at røkja tingsessin hjá Sjálvstýrisflokkinum.

Norðoyggjar sviku
Kári P. Højgaard er fegin um, at tað eydnaðist Sjálvstýrisflokkinum at vinna sætið á tingi aftur men harmast samstundis um, at flokkurin ikki fekk tveir tinglimir, tí møguleikin var til staðar
?Tað gekk minni gott í Norðoyggjum hjá okkum. Fólkaflokseffektin(stuðul til Anfinn Kallsberg, blðm) og hørð innanhýsis kapping í Tjóðveldisflokkinum í Norðoyggjum var við til at gera okkara úrslit verri, sigur formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum

Trýflokka samgonga
Kári P. Højgaard er ikki so bjartskygdur um samgongumøguleikar hjá Sjálvstýrisflokkunum. Hann heldur, at tað er mest sannlíkt, at ein trýflokka samgonga verður mannað eftir valið og tá verður ikki brúk fyri teimum smærru flokkunum.
?Okkara leiklutur hesaferð er avmarkaður. Vit høvdu staðið munandi betri um vit høvdu fingið tveir mans, men nú stendur Miðflokkurin sterkari enn vit, sigur hann
Kári P. Højgaard vil einki siga um, hvør samgonga er fremst í huganum hjá Sjálvstýrisflokkinum. Til spurningin, hvørt Sjálvstýrisflokkurin ætlar at stuðla Anfinni Kallsberg sum løgmansevni, svarar Kári P. Højgaard, at tað nærum líka mikið, hvørja støðu Sjálvstýrisflokkurin hevur, tí teirra rødd verður neyvan avgerandi um Anfinn Kallsberg fer at halda fram sum løgmaður.
?Eg haldi kortini tað er lítið sannlíkt, at formansrundan prógvaði, at bæði Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkkurin ikki stuðla honum, sigur Kári P. Højgaard at enda.