Annað árið á rað fekk jólaølin hjá Okkara eitt annað pláss til jólabryggjsmakking í Jútlandi. "Okkara jól" var bert tvey stig aftanfyri vinnaran, Merry Christmas, frá Hancock Bryggerierne.
- Vit eru sera errin av avrikinum. Tað er altíð stuttligt at fáa ein tílíkan heiður, og tað ger, at mann fær enn meira hug at halda áfram við at bryggja góðskubryggj, sigur Petur Petersen, sølustjóri hjá Okkara í tíðindaskrivi.
Tað var Selskab for Vestjysk Ølkultur (SVØ) sum stóð fyri smakkingini, sum var á J-degnum fríggjadagin. Limirnir skuldu geva stig, alt eftir hvussu væl teimum dámdu ymsu ølirnar. Tað vóru 8 jólabryggj við í tí lætta flokkinum við jólabryggi undir 6,8% í styrki, og tey vórðu mett út frá teirra liti, lukti, smakki og eftirsmakki.
Okkara lýsir Okkara Jól sum eina red ale, sum er ein eitt sindur myrk øl við einum ávísum søtleika úr maltinum, og tað kemur eitt gott hvítt skúm, tá ølin er skonkt í eitt glas. Okkara Jól er yvirgera, og tað gevur ølini ein frískan, søtan og fruktkendan smakk, ið skapar javnvág saman við tí meiri kryddaða smakkinum.
Hesi vóru úrslitini frá smakkingini:
1 Årets Julebryg 2018 |
Merry Christmas |
Hancock Bryggerierne |
123 |
5 |
2 | Jól | Okkara, Færøerne | 121 | 1 |
3 | Ale No. 24 | Bryggeriet Refsvindinge | 116 | 7 |
4 | Jule IPA | Viborg Bryghus | 103 | 6 |
5 | Jule Bryg | Herning Bryghus | 101 | 2 |
6 | Økologisk Julefred | Thisted Bryghus | 96 | 4 |
7 | Baltazar | Æbeltoft Gårdbryggeri | 93 | 8 |
8 | Jotun | Frejdahl Bryg | 66 | 3 |










