Okkara hevur eisini jólabryggj

Okkara er komið á marknaðin við síni fyrstu jólaøl, sum ber heitið Okkara Jól.

- Bryggjararnir á Velbastað hava lagt seg eftir at skapa eina øl til høgtíðina, ið hevur ein góðan smakk og góða fyllu, men samstundis er so leskilig, at til ber at njóta fleiri av henni gjøgnum tey mongu og longu hugna- og veitslukvøldini, ið eyðkenna desember mánað, siga tey av Okkara.

Tey siga víðari, at hóskandi til høvið er valt at bryggja eina sonevnda red ale, t.v.s. eina eitt sindur myrka øl við einum ávísum søtleika í maltini. Eins og í Rinkusteininum, serølini hjá Okkara, er føroyskt poknugrót nýtt í bryggitilgongdini fyri at geva smakkinum krydd, men ikki í eins stóran mun.

Okkara Jól er yvirgerað, og tað gevur ølini ein frískan og fruktkendan smakk, ið skapar javnvág saman við tí meiri kryddaða smakkinum frá humluni og tí føroyska poknugrótinum. Úrslitið er ein væl smakkandi øl, ið bæði kann njótast, sum tað hon er ? ein góð øl, ið sløkkir tostan-, og hóskar sera væl aftur við føroyskum mati og siðbundnum jólamati.

Hendan reydliga ølin er pakkað inn í eitt snið við íblástri frá hinum eyðkenda jólalitinum ? kavanum. Etikettin er hvít og tað eyðkenda gula/gylta búmerkið hjá Okkara er í tráð við jólahýrin gjørt silvurhvítt.

Okkara Jól eru 5,8 % í styrki, og ølin fæst bæði í dósum og á fløsku. Dósin fæst í vanligu 6-pakkunum og í einum snotuligum og ?handy? 10-pakka, og fløskan fæst í 6- og 24-pakkum.