Okkara høvuðstaður ? ein fyrimynd og ein framtíðarperla

Annfinn Brekkstein
valevni fyri sambandsflokkin til býráðsvalið

Nú Velbastaðar/Kirkjubøar kommuna hevur at valt at leggja saman við Tórshavnar kommunu, kann eg bert staðfesta, at okkara samanlegging hevur verið ein fyrimynd fyri, hvussu ein samanlegging skal fremj-ast, samstundis sum saman-leggingin er gott dømi um, hvussu stóra virðing og góðan vilja Tórshavnar kommuna hevur víst.
Síðani vit skrivaðu undir sáttmálan um samanleggingina í mai mánaði í fjør hevur Tórshavnar kommuna gjørt av at byggja barnagarð til umleið. 60 børn á Velbastað. Hetta stóð í samanleggingarsátt-málanum, og farið verður undir arbeiðið í ár.
Eg kann eisini nevna, at Tórshavnar Kommuna somuleiðis á býráðsfundi fyri tveimum vikum síðani samtykti at seta 100.000 krónur av til eina verk-ætl-an, ið fegnir um útbygging av Velbstaðar skúla. Ruskinnsavningin er samskipað við Kommunalu Orku- og Brennistøðina, og soleiðis kundi eg hildið fram við dømum um framúru góðan samstarvsvilja.
Býráðið í Havn hevur til punkt og prikkar livað upp til allar tær avtalur, sum gjørdar eru, og er tað tí við stoltleika og einari spenn-andi avbjóðing fyri framman, at undirritaði hevur gjørt av at stilla upp til býráðsvalið.
Høvðustaður okkara er ein fyrimynd og ein perla at sleppa at virka undir - bæði innan vinnuna, ítróttin og mentanina. Vit hava eina vælskipaða kommunu, har havnarviðurskiftini eru ment vinnuni at gagni, umframt at kommunan hevur gjørt fýra rundkoyr-ingar, so ferðslan gongur lættari og smidligari.
Haraftrat kunnu nevnast skúlaútbyggingar í Havn, Kollafirði og nú á Velba-stað, og eisini eru tvær ítróttarhøllir komnar. Barnaansingartørvurin er loystur, og dagstovnar fyri tilsamans 87 milliónir krónur eru bygdir. Tjarnargarður er latin upp sum ellis- og dagheim fyri minnisveik, umframt til uppvenjing fyri eldri borgarar.
Síðst, men ikki minst, er Tórshavnar kommuna nú skuldarfrí og kann komandi ár gera íløgur fyri tilsamans 89 milliónir krónur. Var-semi og skynsemi í fíggjarviðurskiftum er ein fortreyt fyri framhaldandi menning og framburði í kommununi, samstundis sum virðingin fyri einstaka borgaranum verður sett í hásæti.
Hesum vil eg arbeiða fyri.