- Okkara hópur er sterkari í ár, enn hann var í fjør, men tíðin fer sjálvandi at vísa, um hann er nóg sterkur.
Hetta sigur Andreas Lava Olsen, framherjin hjá Víkingi. Av tí at teir endaðu á einum fimta plássi í fjør, sleppa teir ikki at taka lut í evropeisku kappingum í ár, men málið hjá Víkingi er at sleppa út aftur at spæla í Evropa í næsta ár, sigur framherjin.
Andreas Lava Olsen sigur, at sjálvt um alt ikki gekk eftir vild í fjør, var stemningurin í hópinum góður. Tað sama er hann í ár, eftir at Sámal Erik Hentze aftur hevur tikið stýrisvølin. Sámal Erik Hentze var eisini venjari, tá Víkingur gjørdust føroyameistarar í 2016 og 2017.
- Hann veit, hvat hvør einstakur leikari stendur fyri, og hann veit eisini, hvat vit megna sum spælarar. Tað er ein stórur fyrimunurm bæði fyri hann sjálvan, men eisini fyri okkum spælarar. Hann hevur eina ætlan fyri hvønn fyst, og henni fylgja vit so, sigur Andreas Lava Olsen.
Stóra fótbóltsblaðið hjá Sosialinum verður borið út í hvørt heim í dag. 48 síður av upptakt til Betrideildina hjá monnum. Umframt greining av øllum liðunum í Betrideildini hjá monnum, tippa ítróttarskrivararnir hjá Miðlahúsinum eisini endaligu støðuna.