Okkara fortíð út á netið

Nú ber til hjá øllum at leita í gomlu kirkjubókunum og øðrum skjølum, ið goyma ein hóp av søgum um okkara forfedrar og teirra livikor

Einar 15.000 síður av gomlum skjølum kirkjubókum, fólkateljingum og frágreiðingum um livikor eru nú lagdar út á nýggju heimasíðuna www.history.fo, har øll í hava áhuga fyri okkara fortíð ókeypis kunnu leita fram upplýsingar og taka skjøl niður.
Heimasíðan gevur ikki bara neyvt hagfrøðiligt yvirlit yvir føroyingar heilt aftur til 1719. Handan tølini goyma seg eisini hópin av upplýsingum um, hvussu føroyingar livdu og arbeiddu í gomlum døgum, hvussu tey vóru fyri fíggjarliga og sosialt og í onkrum førum hvussu væl ella illa tey skikkaðu sær.

Kirkjubók frá 1719
Heimasíðan www.history.fo er skipað soleiðis, at skjølini eru býtt upp í bólkar antin í mun til evni ella í mun til hvør myndugleiki ið hevur framleitt tey. Hetta er gjørt so, at tað verður lættari hjá brúkaranum at finna skjølini.
Størsti keldubólkurin higartil eru kirkjubøkur, sum innihalda upplýsingar um føðing/dóp, ferming, vígslu og deyð, hjá øllum føroyingum. Elsta kirkjubókin sum í løtuni er á heimasíðuni byrjar í 1719 og er fyri Sandoy. Yngsta kirkjubókin endar í 1910 og er fyri Suðurstreymoy. Aðrir keldubólkar eru sokallaðar ‘frágreiðingar’ (Indberetninger), sum embætisfólk hava sent miðfyrisitingini.
Á tíðinfundi í morgun greiddi Rolf Guttesen, geografur, nærri frá onkrum av hesum frágreiðingum, sum snúgva seg um livikorini hjá fólki í gomlum døgum. Har ber til dømis til at síggja, hvussu nógva ull, bátspartar, neyt, korn og annað ymsu húsarhaldini áttu. Av hesum frágreiðingum sæst týðiligt at einkjur og einligir menn ofta vóru sera illa fyri, og vit kunnu undrast yvir, hvat tey yvirhøvur livdu av.
Í onkrum av frágreiðingunum hevur embætisfólki havt til uppgávu at kanna ’lóg og landaskil’ í bygdini. Har eru mangar upplýsingar um drekkarí og annað sum eisini gevur eina enn meir nuanseraða mynd av sosialu støðuni hjá fólki tá á døgum, greiddi Rolf Guttesen frá.

Kunnu rokna sjálvi
Ætlanin er eisini, at aðrir stórir keldubólkar verða lagdir út á heimasíðuna. Ein teirra er sokallaðu ‘fólkateljingarnar’ harav tann elsta er frá 1801, meðan tann í løtuni yngsta alment atgongda er frá 1925. Hesar fólkateljingar verða væntandi tøkar á heimasíðuni komandi mánaðarnar.
Flestu keldurnar eru lagdar út í upprunaformi, sum skanningar, meðan aðrar eru avskrivaðar. Løbner’sa Tabellir eru t.d. lagdar út í excel-formati, so øll kunna kopiera og beinleiðis rokna uppá tey mongu tølini, sum hendan keldan hevur. Ymisk fólk hava arbeitt við keldunum ella avskrivað tær. Í flestum førum eru tað limir í ráðgevingarbólkinum, ið hava gjørt hetta arbeiði, men eisini onnur fólk hava tikið lut.


Landsskjalasavnið og ráðgevingarbólkur
Tað er Landsskjalasavnið, sum eigur og umsitur heimasíðuna www.history.fo. Ein ráðgevingarbólkur við 6 fakfólkum, er knýttur at menningini av heimasíðuni. Í hesum ráðgevingarbólki sita, fyri Landsskjalasavnið: Lena Nolsøe, savnsvørður/søgufrøðingur, Gudny D. Rasmussen, KT-vørður og Sámal T.F. Johansen, landsskjalavørður/søgufrøðingur. Aðrir limir í bólkinum eru: Rolf Guttesen, geografur, Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur og Arne Thorteinsson, fornfrøðingur.
Landsskjalasavnið og ráðgevingarbólkurin hava arbeitt við hugskotinum til heimasíðuna í eini 2-3 ár og hava brúkt hetta seinasta árið ella so til at skannað tilfar og at geva síðuni endaligt snið.
Sum nevt kunnu øll brúka tilfarið á heimasíðuni ókeypis. Einasta krav til brúkarar er, at tey vísa til kelduna.