Í vikuni var stjóraskifti á bryggjarínum Okkara. Wilhelm Petersen, sum hevur verið stjóri, síðan bryggjaríið byrjaði fyri einum ári síðan, er farin frá, og Steinbjørn í Dali er nýggjur stjóri.
Óli Hansen, nevndarformaður sigur, at tað alla tíðina var ætlanin, at Wilhelm Petersen bara skuldi vera stjóri eina tíð fyri at fáa fyritøkuna í gongd.
Steinbjørn í Dali hevur frammanundan starvast í fyritøkuni og tikið sær av tí fíggjarliga.
Wilhelm Petersen sleppur ikki tilknýtinum til Okkara heilt, tí hann ernevndarlimur.