Okkara fatan

Ein klókur eygleiðari hevur funnið útav, at í Føroyum eru ymisk ættarlið. Eg kann so fyri mítt viðkomandi siga, at eg hoyri til tað yngra ættarliðið

Tað, at Gerhard Lognberg sigur kortanei til, at ein Skúlamiðdepil í Marknagili skal byggjast til næsta ættarlið av føroyingum, er tað sama sum, at hann leggur vinstru hond á bíblina og sigur:

“Eg, Gerhard Lognberg, góðtaki undir onga umstøðum nakra menning av tí næsta ættarliðinum, fyrr enn eg havi fingið mín Sandoyartunnil til Havnar, so at eg og konan kunnu fara til Havnar at keypa inn til húsarhaldið” punktum.