Okkara bólkur: Eysturríki megnaði javnleik móti Rumenia

Við einum framúr góðum seinna hálvleiki tryggjaði komandi mótstøðuliðið hjá okkum sær eitt stig móti Rumenia

Eysturríki megnaði javnleik 33-33 móti Rumenia. Føroyar spæla tveir EM-undankappingardystir móti Eysturríki í mars

Eysturríki megnaði javnleik 33-33 móti Rumenia. Føroyar spæla tveir EM-undankappingardystir móti Eysturríki í mars

Komandi tveir EM-undankappingardystirnar er Eysturríki mótstøðuliðið hjá okkum í undankappingarbólki 2. 

2. mars hava vit heimadyst móti Eysturríki, og 5. mars spæla vit á útivølli.

Undan kappingini var mett, at Eysturríki hevði nakað lægri støðið enn Danmark og Rumenia, men í tveimum dystum hava eysturríksku kvinnurnar víst, at tær ætla at spæla við.

Hósdagin taptu tær heiðurliga 22-27 (11-12) móti Danmark á útivølli, og í kvøld lupu tær hvøkk á Rumenia.

Rumenia var á sigurskós í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Rumenia á odda 16-11, men tíðliga í seinna hálvleiki hevði Eysturríki javnað til 18-18. 

Eysturríki kom á odda 28-25 og 31-28, men Rumenia stríddi seg til javnleik og megnaðu í evstu løtu at javna til 33-33, og fingu harvið eitt stig við sær.

Rumenia og Danmark møtast eisini 2. mars og 5. mars.

Danmark er oddalið við fýra stigum, Rumenia hevur trý stig, Eysturríki hevur eitt stig og Føroyar eru aftast við ongum stigi. 