Okkara bólkur tapti

Trý lið úr komandi EM-undankappingarbólkinum hjá Føroyum í fótbólti leiktu vinardyst mikukvøldið, og felags fyri øll var, at tey taptu

Vinardystir

Litava, Týskland og Skotland vóru øll í eldinum mikukvøldið, tá hópur av vinardystunum í landsliðsfótbólti vórðu leiktir. Í flestu førum var talan um dystir, har annar parturin fyrireikaði seg til komandi HM-kappingina.

Hetta var tó ikki galdandi fyri Jugoslavia, sum hesaferð gjørdist nummar trý í okkara bólki. Teir royndu seg á heimavølli móti Litva, sum telist millum komandi mótstøðulið okkara.
Úrsltið gjørdist ein greiður heimasigur.. 4-1 vann Jugoslavia, eftir at støðan í hálvleikinum hevði verið 2-1. Fyri jugoslavarnar skeyt Meteja Kezman tvey mál, og Branko Brnovic og Sasa Ilic skutu eitt mál í part. Fyri Litava var tað Zutautas, sum skeyt einsamalla málið.
Skotland spældi á heimavølli móti Nigeria, sum fyri sín part nýtti dystin sum upphiting til HM. Ivaleyst høvdu skotarnir við týska Berti Vogts vónir um ein sigur í dystinum, men hesar vónir gjørdi Julius Aghahowe til skammar.
Eftir at Christian Dailly tíðliga í dystinum hevði lagt heimaliðið á odda, svaraði Aghahowe aftur við einum máli hvørju megin steðgin. Sostatt hevur talan als ikki verið um nakra dreymabyrjan hjá Berti Vogts, nú hann hevur tikið við skotska venjarasessinum. Fyrsti dysturin, sum hann stóð við stýrisvølin, var á útivølli móti Fraklandi, har liðið tapti 5-0, og nú tapti hann so eisini fyrsta heimadystin, so lítið er at ivast í, at skotsku miðlarnir longu nú eru í ferð við at hvessa knívarnar.
Á pappírinum sterkasta liðið í okkara bólki, Týskland, spældi somuleiðis á heimavølli móti Argentina. Argentina, sum av mongum verður mett sum fremsti favoritturin til komandi undankappingina, vann dystin við einum máli móti ongum.
Hóast talan var um vinardyst, so varð dysturin frá báðum síðum tikin í størsta álvara. Talan er um tvær av teimum mest vinnandi fótbóltstjóðunum yvirhvøvur, og tvær ferðir ? í 1986 og 1990 ? hava tey leikt avgerandi dystin í HM-kapping.
Talan var eisini alla tíðina um ein javnan dyst, men eftir at Juan Pablo Sorin beint eftir steðgin hevði lagt gestirnar framum, megnaði týska liðið ongan tíð at svara aftur. Týskarar vóru annars nakað skerdir undan dystinum, tí fleiri av vanliga føstu leikarunum høvdu skaðar at dragast við, men teimum so líkt, so stríddust teir 11 á vøllinum kortini fyri hvønn bólt.

Kalt í útnorðuri
At hetta ikki er besta fótbóltstíð um okkara leiðir, varð undirstrikað av, at hvørki Føroyar ella Ísland vóru í dysti mikukvøldið. Sum kunnugt var ætlanin annars, at júst grannar okkara og vit skuldu spæla dyst í nýggjari fótbóltshøll í Íslandi, men hesin varð so av ongum.
Heldur ikki finnlendingar spældu dyst mikukvøldið, men tað gjørdu hini trý skandinavisku londini. Í einum heldur linligum dysti spældu Noreg og Svøríki málleysan javnleik, meðan tað hinvegin var meira ferð á í Parkini, tá Danmark og Ísrael hittust.
Longu undan dystinum var mikið hóvasták, nú støðan í Ísrael er somikið spent. Millum annað eru danskri jødar hóttir eftir lívinum, og ein bumbuhóttan gjørdi ivaleyst sítt til, at hópur av fólki valdi at lata atgongumerki síni innaftur.
Tá samanum kom, so fingu tey, ið vóru í Parkini, ein hóast alt undirhaldandi dyst. Jan Heintze legði tíðliga í dystinum Danmark í odda, og síðani gekk tað fyri tað mesta bert annan vegin. Jon Dahl Tomasson økti til 2-0, áðrenn Dennis Rommedal stutt fyri steðgin økti til 3-0. Í seinna hálvleiki høvdu danir møguleika at skjóta enn fleiri mál, men kortini varð tað ístaðin Ísrael, sum í seinasta minuttinum kundi minka um munin við brotssparki, sum Avi Nimny setti í netið.

Allan fekk javnleik
Annars kann nevnast, at millum dystirnar, sum vórðu leiktir taldist eisini hin fyrsti hjá Allani Simonsen í nýggja venjarastarvinum. Á heimavølli spældi Luksemburg móti einum øðrum landi, sum Føroyar eisini hava vunnið tvær ferðir á, nevnliga Liktinstein.
Ivaleyst høvdu bæði liðini vón um, at tey endiliga kundu vinna ein landsdyst, men hetta eydnaðist ikki hjá nøkrum teirra. Úrslitið gjørdist javnleikur 3-3, og hetta man Allan Simonsen hóast alt vera fegin um. Eftir góðan hálvan tíma var Liktenstein nevnliga á odda 3-0, men menninir hjá Allani sýndu tó góðan moral, og sjey minuttir fyri leiklok høvdu teir strítt seg upp á javnleikin.
Og so kann eisini nevnast, at Ongland tóktist sera sannførandi mikukvøldið, tá teir á heimavølli vundu burtur úr Paraguay. Steven Gerrard úr Liverpool syrgdi fyri, at saknurin av Beckham í høgra borði ikki varð stórur, og í aðrar mátar vóru nógvar aðrar smærri broytingar á liðnum.
Liðskiparin, Michael Owen, legði tíðliga í dystinum Ongland á odda, og beint eftir steðgin øktu Danny Murphy og Darius Vassal um munin. Ongland sat á mest sum øllum gjøgnum allan dystin, og móti dystarenda kroysti Robbie Fowler verjuleikara hjá Paraguay somikið nógv, at talan gjørdist um sjálvmál.

Úrslitini í vinardystunum mikukvøldið vóru hesi:
Jugoslavia-Litava4-1
Ungarn-Hvítarussland2-5
Póland-Rumenia1-2
Kroatia-Bosnia-Hersegovina2-0
Ukraina-Georgia2-1
Danmark-Ísrael3-1
Luksemburg-Liktinstein3-3
Noreg-Svøríki0-0
Turkaland-Kili2-0
Belgia-Slovakia1-1
Grikkaland-Kekkia0-0
Slovenia-Tunesia1-0
Eysturríki-Cameroun0-0
Írland-USA2-1
Týskland-Argentina0-1
Italia-Uruguay1-1
Ongland-Paraguay4-0
Frakland-Russland0-0
Norðurírland-Spania0-5
Skotland-Nigeria1-2
Portugal-Brasilia1-1
Mexico-Bulgaria1-0