Ókeypis eru tó bert privatu lýsingarnar, sum í mesta lagi telja 40 orð, har bert ein lutur verður lýstur til sølu, og har upplýsta søluvirðið ikki er hægri enn 20.000 krónur.
Lýsarin velur sjálvur, hvørjum teigi lýsingin skal undir og hvussu ofta lýsingin skal í blaðið. Lýsingar, sum eru blaðnum í hendi klokkan 800 dagin fyri útkomudagin, sleppa við í blaðið.
Sum nakað heilt nýtt, hevur Sosialurin eisini lagt Lýsingartorgið út á Internetið, og er tað at síggja í Internet Sosialinum saman við Húsamarknaði og Bilamarknaði, sum enn bert er í Internet Sosialinum.
Í blaðnum í dag hava vit gjørt eitt undantak: Lýsingartorgið er ikki við í blaðnum í dag vegna plásstrot. Men tað verður aftur í blaðnum í morgin - og eins og fyrr - fimm ferðir um vikuna.
Annar teigur, sum Sosialurin hevur havt í nøkur ár kallast Nøvn Nú. Her ber til hjá lesarum at senda heilsanir til persónar saman við mynd. Kostnaðurin fyri slíka heilsan er 20 krónur.