Molin í Havn er eingin motorvegur fyri barnavognar. Tað munnu tey ásanna, sum so hugagóð eru farin oman á molan at hyggja at kappróðri á ólavsøku.
Men á ólavsøkuni hesa ferð, fara umstøðurnar hjá teimum, sum hava barnavogn, at verða munandi betri enn tær hava verið.
Tey, sum skipa fyri róðrinum, fara nevniliga at skipa eitt parkeringspláss fyri barnavognar, har tað ber til at seta teir frá sær ímeðan róðurin er.
Talan verður um ókeypis parkering og parkeringsplássið verður í barnalandinum, Homlubandinum, sum er á bryggjuni, beint sunnanfyri Havnarskrivstovuna, beint við málbilin, siga tey, sum skipa fyri róðrinum.