- Hatta er onga aðrastaðni í verðini galdandi, og eg haldi ikki, at tað ger Føroyar serstakar, at man gongur og skeinkir og bjóðar ókeypis mat umborð. Uppgávan hjá Atlantic Airways er fyrst og fremst at fáa prísirnar niður og frekvensirnar upp, soleiðis at vit fáa fleiri ferðafólk.
Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, nú tíðindini bórust í síðstu viku, at Atlantic Airways hevur ætlanir um at steðga við at servera ókeypis mat og drekka umborð á flogførunum.
Hvørki Jóhanna á Bergi, stjóri í flogfelagnum, ella Niels Mortensen, nevndarformaður í felagnum, ynsktu at gera viðmerkingar til málið ella vátta um nakað hald var í tí.
Í dag váttar tó landsstýrismaðurin, ið varar av Atlantic Airways, Poul Michelsen, at hann er kunnaður um ætlanirnar, og at hann stuðlar broytingini.
- Eg eri vorðin kunnaður um tað, og haldi, at um tað kann føra til fleiri milliónir krónur í bíligari ferðaseðlum, so haldi eg tað verða rætt umsiti. Eg havi tó ikki fingið staðfest, um felagið ger nakað meira við hetta, sigur Poul Michelsen.
Landsstýrismaðurin metir sjálvur, at tað er grundleggjandi rætt, at fólk einans rinda fyri tað, ið tey brúka sjálvi.
- Fólk mugu sleppa at velja, um tey ynskja ein bíligan ferðaseðil ella fáa eina máltíð írokna. Ferðafólkini fáa møguliga eitt størri val nú, tá man kann fáa ein bíligan ferðaseðil, og so keypa okkrut aftrat, ístaðin fyri sum nú, tá øll gjalda.
- Eg haldi tað vera rætt, at tann sum njótir, hann betalir. Tað er eitt grunleggjandi liberalt sjónarmið, at man betalir fyri tað, ið man fær, og at ein slík skipan ikki er samhaldsfast. Tað egnar hon seg ikki til at vera.

Ókeypis matur og drekka gera ikki Føroyar serstakar
















