Ókeypis koppseting fyri influensu

Teir pensjónistar, sum ikki hava hug at leggjast við influensu í vetur, kunnu nú fara til lækna at verða koppsettir.

 

Hetta er ein ókeypis tænasta til pensjónistar, sigur Heilsutrygd nú fyrrapartin.

 

Koppsetingin fyri beinkrím verjir tey flestu, men ikki øll.

 

- Tað ber til at fáa beinkrím, hóast ein er koppsettur, men sjúkugongdin verður oftast mildari, sigur Heilsutrygd.

 

Influensa smittar umvegis smáar dropar frá hosta, njósi og tílíkum.

- Sjúkan spjaðir seg við at tú andar inn droparnar, og síðan nemur við eygu, nøs ella munn.

 

Hyggjuráðini at verja seg fyri smittu, eru at vaska sær ofta og væl um hendurnar.

 

Men tey, sum verða sjúk, eiga at vera heima, til tey hava verið feburfr í eitt samdøgur.