Ókeypis bussur í Fuglafirði

Fuglafjarðar Kommuna roynir nú skipan við ókeypis koyring millum Fuglafjørð og Kambsdal

Royndarskipanin, sum verður í gildi í eitt ár, fevnir um ókeypis koyring millum Fuglafjørð og Kambsdal, og hon er galdandi fyri allar borgarar í Fuglafjarðar kommunu.

 

Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafirði, sigur seg vóna, at borgararnir taka væl ímóti nýggja átakinum, sum hann og hinir kommunustýrislimirnir fara eftirmeta um eitt ár.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini hoyrist tað, sum Sonni á Horni segði við Rás2 í dag.