Ókendur bilførari bjóðaði fleiri ungum dreingum upp í

Løgreglan sigur, at higartil hava tey ikki staðfest, at takan kriminelt er farið fram

Fyri eini góðari viku síðani skrivaðu vit um eina hending í Hvalba, har ein ókendur bilførari hevði bjóðað einum smádreingi upp í. Men drongurin kendi ikki bilførarin og vildi tískil ikki fara upp í bilin. Talan var um ein lítlan reyðan bil, sum kanska hevði útlendska nummarplátur - og bilførarin tosaði enskt

 

Les meiri um tað her: bjóðaði sær at koyra smádrong heim - hann segði nei takk

 

Tilburðurin varð meldaður til løgregluna og tískil heitti løgreglan á almenningin um at hjálpa sær at finna mannin fyri at fáa greiði á, hvat búði undir. Jaspur Vang, sýslumaður í Suðuroy, sigur, at síðani hava tey fingu nakrar fráboðanir afturat um, at hesin ókendi bilførarin hevur bjóðað øðrum dreingjum upp í – men eingin av teimum dreingjunum, tey hava verið í sambandi við, vóru farnir upp í bilin, tí tey kendu ikki bilføraran.

 

Løgreglan sigur eisini, at tey hava funnið bilin og talan er um ein føroyskan bil.  Tey hava eisini havt samband við bilføraran, men hann hevur sagt, at einki búði undir uttan at hann hevði bjóðað sær til at koyra teir. Jaspur Vang sigur, at sostatt hava tey ikki staðfest, at nakað brotsverk er farið fram. Men skuldi onkur vita um mál, sum minna um hesi, frætta tey fegin frá fólki.