Fiskur hevur tvær nytrur – síggja út sum smáir, hvítir steinar – í høvdinum.
Tað skrivar Havstovan á heimasíðu síni.
Nytrurnar verða nýttar til at hoyra við og at halda javnvágini við.
Nytrurnar á sama fiski eru vanliga júst líka stórar, men á fyrru yvirlitstroling hjá Magnusi Heinasyni var ein upsi, har nytrurnar vóru sera ymiskar til støddar.
Vakstrarringar eru at síggja í nytrunum, og, hóast ymiskar til støddar, góvu tær sama aldur á fiskinum.
Ikki er greitt, hví nytrurnar á hesum upsanum vóru so ójavnar til støddar. Upsin sá annars vanligur út og tóktist ikki at hava nakað mein av hesum.