Í morgun veit bretska verjumálaráðið at siga, at tað er óhugsandi, at Russland fer at røkka sínum høvuðsmálsetningum í krígnum í Ukraina.
Bretar vísa á, at Kreml-talsmaðurin, Dmitrij Peskov, herfyri segði, at høvuðsmálið hjá Russlandi er at verja íbúgvarnar í Donbas og í syðra parti av Ukraina.
Talsmaðurin legði tó aftrat, at enn skal nógv arbeiði gerast í sonevndu frígeringini av hesum økjum.
Í bretska verjumálaráðnum meta tey, at Russland framvegis ynskir at hava eftirlit við Donbas, Luhansk, Zaporizjzja og Kherson.
Hetta eru landslutirnir í Ukraina, har Russland skipaði fyri ólógligari fólkaatkvøðu, áðrenn landið - eisini ólógliga - innlimaði landslutirnar í Russland.
Bretska verjumálaráðið heldur, at Russland helst ynskir eina hernaðarliga framgongd í Donbas.
- Hinvegin er tað óhugsandi, at Russland fer at røkka sínum málum, og tað er heilt óhugsandi, at russisku herdeildirnar eru førar fyri at endurvinna nevndu øki.
Í bretska verjumálaráðnum vænta tey ikki, at russisku herdeildirnar yvirhøvur fara at hava nakra serliga framgongd teir næstu mánaðirnar.










