Óheppin framferð hjá nýggju samgonguni

Nýggja samgongan ger nú akkurát tað sama, hon harðliga átalaði undanfarnu samgongu fyri

- Hetta er eitt ógvuliga óheppið tekn frá nýggju samgonguni.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelagið átalar, at ætlanin hjá nýggju samgonguni er at skrumbla broytingar í barsilsskipanini ígjøgnum Løgtingið, uttan at geva vinnulívinum ein veruligan møguleika at siga sína hugsan um tað.

 

Arbeiðsgevarafelagið hevur fingið eitt uppskot sendandi til hoyringar um at broyta barsilsskipanina. Men tey átala at hoyringsfreistin bara er eina viku, hóast ætlanin er at áleggja vinnuni eina stóra útreiðslu afturat.

 

- Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur biðið um longda freist og fingið noktandi svar, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

 

At avvarðandi partar fingu alt ov stutta tíð at siga sína hugsan um førda politikkin, var annars eitt hendan samgongan mangan átalaði undanfarni samgongu fyri.

 

Felagið sigur, at tíverri sær út til, at broytingarnar í barsilsskipanini skulu skundast ígjøgnum longu á nýggjárinum, uttan at tey fáa ein veruligan møguleika at koma við einum fyrireikaðum hoyringssvari.

 

- Sigast má, at hetta er eitt ógvuliga óheppið tekn frá nýggja landsstýrinum, sigur Arbeiðsgevarafelagið

 

Felagið undrast eisini á, at tað hevur slíkan skund at broyta, tí hon  varð broytt fyrr í ár, og er tað neyðugt at broyta hana einaferð afturat, átti tað at borið til at bíða til 1. januar 2017.

 

Felagið vísir á, at peningurin, sum verður goldin í Barsilsskipanina, verður nú markaður, soleiðis at eitt yvirskot verður verandi í skipanini og ikki fer aftur í landskassan til aðra nýtslu.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag, sigur kortini, at tað er óheppið at leggja fleiri útreiðslur hvørja krónu, sum verður goldin í løgum, tí óbeinleiðis hækkar tað um   skattatrýstið hjá tí einstaka, og fer at gera kappingarførið hjá føroyskum vinnulívi, verri enn tað er hjá vinnulívinun í okkara grannalondum.

 

Samstundis heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag at bæði foreldur áttu at havt rætt til at býta barnsburðarfarloyvi sínámillum, soleiðs sum tey vilja.