- Hatta kom óvart á meg. Eg kendi ikki til tað, sum kom fram í útvarpinum í gjár, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Annika Olsen sigur, at hon kendi til ætlanirnar hjá Almannaverkinum at leiga íbúðir á Íslandsvegnum, men at tað er Almannaverkið sjálvt, sum stendur fyri verkætlanini og øllum samráðingunum. Annika Olsen sigur, at hon kendi ikki til, at ætlanin varð steðgað, ei heldur hvør orsøkin var til tess.
- Tað kom sera dátt við, at ætlanin er steðgað, og at grannarnir skulu hava mótmælt, sigur Annika Olsen, sum ikki kendi til málið fyrr enn á miðdegi í gjár.
Les eisini Hetta kunnu vit ikki bjóða fólki
- Avgerðin harmar meg almikið, um tað er so, sum tíðindini eru borin. Hatta er eitt sera óheppið signal at senda teimum veikastu í samfelagnum, sigur Annika Olsen.
Annika Olsen sigur, at hon í dag fer at royna at koma til botns í málinum. Hon væntar at fáa nakrar ófráboðaðar fyrispurningar um málið í tinginum í dag, og vónar at fáa geiða á, hvat vendir upp og hvat vendir niður í málinum.