Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðuna við Anniku Antoniussen
Sum støðan er í løtuni, skulu 35 námsfrøðilesandi út á dagstovnarnar í starvslestrarørindi um nakrar vikur, men heldur arbeiðssteðgurin hjá Pedagogfelagnum fram, so verður tað ikki gjørligt.
- Hetta er partur av útbúgvingini hjá teimum námsfrøðilesandi, og fáa tey ikki praktikkina við, so kann vera trupult hjá teimum at koma aftur um aftur og fáa neyðugu starvslæruna. Tað kann føra, við sær, at tey lesandi ikki fáa síni prógv og pappírir, tá ið tey annars eiga at fáa hesi. Sostatt kunnu tey heldur ikki fáa somu arbeiðssáttmálar sum námsfrøðingar fáa á dagstovnunum, sigur Annika Antoniussen, útbúgvingarleiðari fyri námsfrøðilesandi á Fróskaparsetrinum.
Les eisini: Mismunur á fakbólkum
Pedagogfelagið hevur lýst arbeiðssteðg at taka námsfrøðilesandi í starvslæru, tí tey eru ónøgd við lønarviðurskiftini.
- Hetta er serliga óheppið fyri tey lesandi, men eg haldi ikki, at tað er mín lutur at úttala meg um framferðina hjá Pedagogfelagnum. Tey gera alt fyri at verja áhugamálini hjá sínum limum, og eg má bara vóna, at hetta ikki rakar næmingarnar ov meint, sigur Annika.