Føroya Fiskimannafelag heldur tað vera óheppið, at politisk ungmannafeløg verða við í ætlaða mótmælistiltakinum hjá fakfelagsrørsluni, sum verður leygardagin.
- Tað er ikki rætt, at fakfelagsrørslan hevur politisk ungmannafeløg við í sínum mótmælum.
Tað halda Jan Højgaard, felagsformaður og Sámal Poulsen, næstformaður í Fiskimannafelagnum.
- Vit hava játtað at verða við í einum mótmæli móti háttinum, sum landið verður stýrt eftir, siga teir báðir.
Teir leggja aftrat, at felagið fekk ikki at vita, at politikkur var uppi í hesum, og tað at politikkur er við, kann sambært formanni og næstformanni Fiskimannafelagsins seta fakfelagsrørsluna í eitt politiskt ljós, sum tikið verður til.
- Vit eru við í einum mótmæli, sum er rættað móti teimum vána korum, sum vit ikki kunnu liva við. Vit mótmæla harðliga at skula luttaka í einum tilfeingisgjaldi, sum einastu borgarar í landinum.
Jan Højgaard og Sámal Poulsen siga, at felagið mótmælir, at partur av fjøldini verður tryggjaður av landskassanum (fólksins ogn), meðan fólk á privata arbeiðsmarknaðinum vera noydd at tryggja seg sjálvi.
- Vit mótmæla fyrisitingarlógini, sum ger mun á borgarum í Føroyum, og vit vilja hava trygg kor til allar borgarar í Føroyum, siga Jan Højgaard og Sámal Poulsen á heimasíðu Fiskimannafelagsins í dag.