Óhepnar útsagnir av Tvøroyri

- Er ein trupulleiki við russisku myndugleikarnar, so er at fara yvir har beinanvegin og hitta myndugleikarnar andlit til andlits, sigur Árni Dam, russiskur konsul í Føroyum

- Er ein trupulleiki við russisku myndugleikarnar, so er at fara yvir har beinanvegin og hitta myndugleikarnar andlit til andlits, sigur Árni Dam, russiskur konsul í Føroyum

 

Árna Dam dámar sera illa íkomnu trætuna millum Føroyar og Russland í kjalarvørrinum á boykottinum móti Varðanum Pelagic á Tvøroyri.

 

Orsøkin til trætuna er, at bakteriur eru funnar í fiskinum frá Varðanum Pelagic, hóast virkið sigur seg einki kenna til slíkar bakteriur, og at royndir verða tiknar í heilum og sendar Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, uttan at nakrar bakteriur eru staðfestar har.

 

Stjórin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Bárður Enni, hevur sagt við útvarpið hjá Kringvarpinum, at hann ikki skilir, hvussu tað ber til, at bakteriur eru funnar í fiski frá virkinum á Tvøroyri.

 

Og við útvarpið hjá Kringvarpinum leygardagin var stjórin á Varðin Pelagic so mikið avgjørdur, at hann brúkti orðingar sum “skitið spæl” um tað, ið gongur fyri seg í Russlandi.

 

- Hetta eru sera óhepnar útsøgnir, sigur Árni Dam, russiskur konsul í Føroyum.

 

Árni Dam hevur í fleiri enn 30 ár samskift við russisku myndugleikarnar. Og hansara ráð eru einføld:

 

- Seti tykkum í samband við myndugleikarnar. Fari yvir har og tosi við tey, andlit til andlits, sigur Árni Dam.

 

Russiski konsulin í Føroyum nýtir høvið til enn einaferð at heita á landsstýrið um at styrkja føroysku umboðanina í russiska høvuðsstaðnum.

 

- Fá ein sendiharra í Moskva. Tað er har, ið avgerðirnar verða tiknar, ljóða ráðini frá Árna Dam.

 

Árni Dam var í tíðindunum á Rás2 á middegi. Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini.