Ógvuliga spennandi at vera leiðari

Hoyr prát við Marnu Arge Ellingsgaard, sjúkrarøktarfrøðing, sum skal leiða eldraøkið í Norðoyggjum.

Marna Arge Ellingsgaard, sjúkrarøktarfrøðingur, skal leiða eldraøkið í Norðoyggjum.

 

Tað er stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu, sum hevur sett hana í starvið sum leiðara fyri samstarvið millum allar kommunurnar í Norðoyggjum, sum á nýggjárinum taka yvir eldraøkið frá landinum.

 

Setti leiðarin hevur drúgvar royndir á økinum, og hon hevur seinastu árini verið leiðari fyri tvey sambýli.

 

- Her havi eg sæð, at tað er ógvuliga spennandi at vera leiðari, og tað er líka sum hetta, ið hevur fingið meg at bjóða meg fram til starvið at leiða eldraøkið í Norðoyggjum.

 

Marna ivast onga løtu í, at starvið verður ein stór avbjóðing, men hon heldur í fyrsta lagi, at hetta verður ógvuliga spennandi.

 

- Um alt verður klárt til 1. januar 2015, fer tíðin at vísa. Vit skulu helst fáa nógv frá hondini, áðrenn eldraøkið verður liðugt yvirtikið, men vit eru von at samstarva, og vit hava til felags, at vit vilja eldraøkinum væl.

 

Marna Arge Ellingsgaard sigur, at hon sær bjart upp á yvirtøkuna av eldraøkinum, tó at tað bara vanta stívliga tveir mánaðir í, til yvirtøkan verður framd.

 

Hoyr samrøðuna við Marnu Arge Ellingsgaard við at trýsta á pílin á myndini.