Ógvuliga smá útlit fyri flúgving í dag

Útlitini eru óendaliga smá fyri, at tónleikarar til G! festivalin og onnur ferðafólk, sleppa til Føroya við flogfari í dag

Tað eru so vánalig floglíkindi aftur í dag, at útlitini fyri, at nakað flogfar fer sett seg í Vágum fyribils, eru øgiliga smá.

 

Fleiri flogfør eru avlýst og og onnur eru seinkað, men klokkan 19 í kvøld kemur Atlantsflog við nýggjari kunning.

 

Og tá ið tað ikki ber til hjá flogførum at lenda, sleppa ferðafólk heldur ikki av landinum.

 

Atlantsflog sigur, at flogførini úr Føroyum til Keypmannahavnar  í kvøld, RC 462 og RC 456, eru avlýst eins og fráferðin til Bergen, RC 430, er avlýst.

Flogførini úr Bergen, Billund og London eru eisini avlýst í dag eins og seinna kvøldflogfarið úr Keypmannahavn. Talan er um flogførini, RC 431, RC 471, RC411 og RC 455).

- Ferðafólkini til London, Aalborg og Keypmannahavn sluppu avstað við flogførum, sum vóru í Føroyum í nátt.

 

Morgunflogfarið úr Keypmannahavn  fekk ikki sett seg. Hóast tað sær svart út, fer tað at royna aftur nú klokkan 14 seinnapartin.

 

Rasmus Niclasen á Atlantsflogi ásannar á Rá2, at líkindini eru so vánalig, at hetta verður stórt sæð tað, sum fer at henda í dag, annars skulu fólk fyrireika seg upp á avlýsingar.

 

Ferðafólkini við flogfarinum til Billund, RC470, og Keypmannahavnar seinnapartin, RC 454, fáa nærri boð um nøkur flúgving verður klokkan 14.

Annars heitir Atlantsflog á ferðafólk um at fylgja við á heimasíðuni hjá felagnum.