Ognir keyptar ella?

Tom Silvurdal


Tað er áhugavert kjak, sum í løtuni fer fram ímillum tykkum.
Havi hug at gera nakrar stuttar viðmerkingar, sum tykur biðast hava í huga.
Føroya Land er uppbygt í samstarvi ímillum kommunur, landið og vinnulívið.
Íløgur í havnir, grótkast, dýpingar v.m., hava verið ein felags uppgáva ímillum land og kommunu.
Vinnulívið hevur síðan gagnnýtt hesa íløgu og við sínum vinnuvirksemi, endurgoldið hesa íløgu til bæði lands- og kommunukassan!
Tann 6. oktober 1992, fóru Føroyar á húsagang!
Sum partur av einari kreditorloysn, gjørdust stórur partur av Føroyska vinnulívinum ogn hjá Føroya Landsstýri!
Suðuri í Vági viðførdi hettar, at flakavirkið Polarfrost bleiv ogn hjá Føroya Landsstýri.
Føroya Landstýri og Føroya Løgting koyrdu hetta virkið í hin tiltikna mølposan, fyri síðan at seta seg uttanfyri alla ávirkan á hendan nú Møletnað posa!
Í dag syngja tit allir, sum í einum vælvandum kóri: Tað er okra skylda, at fáa sum mest í Landskassan fyri OKRA fiskavirki.
Hugsi tykkum: Hvussu munnu tykkara politisku starvsfelagir - býráðspolitikarnir í Vági- syngja í hesum døgum?
Hesir hava nú í 12 ár tosað fyri tykkara dulu oyrum um ta fíggjarligu eyðræning, tykur hava framt ímóti Vágsbygd, síðan tykur ognaðu tykkum flakavirkið i bygdini.
Afturberingina, sum vinnulívið í Vági skuldi gjalda til kommunukassan í Vági, koyrdu tykur í mølposan - ella rættari, tann kommunala partin av hesum havnaíløgum løgdu tykur til vinnuleysar vágbingar at rinda.
Ikki eiti á sum tykur hava roynst okkum vágbingum væl sum vinnulívsmenn/kvinnur!
Hvør vinnulívsmaður kann liva av at hava sítt virki stongt í 12 ár ?
Tað kann bert vera talan um landsstýrisvinnumannin ella løgtingsvinnumannin, slíkar gandakallar, sum fyri 12 árum síðani fóru undir heilt, fyri síðani at stíga fram sum eigarar av vinnutólunum í Vági.
Og nú á jólum 2004, ætla tykur at selja gamla flakavirkið í Vági til hægstbjóðandi og síðan at stinga peningin í Landskassan.
Hvat kalla tykur landspolitikkarar/vinnulívsmenn hettar?
Undirritaði fer tí, við hesum skrivi at heita á tykum í Tinganesi og á Løgtingi um at selja Vágs Kommunu flakavirkið í Vági fyri eina krónu.
Søluprísin havi je roknað soleiðis út:
Virðið av fiskavirkinum tann 6. oktober í 1992: Mett til 12 milliónir og eina krónu.
Endurgjald til Vágs Kommunu fyri íløgu og inntøkutap: 1,0 millión um árið x 12 ár = 12 milliónir
Sostatt verður eftir at gjalda hjá Vágs Kommunu: 1 króna!
Hettar er ein rættvís samsýning fyri tær íløgu-útreiðslur og tær mistu skattainntøkurnar, sum avgerð tykkara um at ganda tykkum uttanfyri alla ávirkan á Framtaksgrunnin, hevur havt fyri 2400 borgarar í Suðuroy.
Hettar vildi klætt tykkum, landsins kosnu monnum og kvinnum, væl betur enn tað, tykur hava framt her suðuri, og so nógv betur enn at syngja í kóri um, hvussu nógvan pening tykur vilja hava fyri eitt virki, sum tykur hava havt afturlatið í 12 ár.
Nú er undirritaði ikki politikari, men eg vóni at tykur fólkavaldu, og serliga Johan, Henrik, Hergeir og Sverri, skilja hesa skriving.
Føroya Landstýrið og Føroya Løgting skulu virða allar borgarar eins í hesum landi.
Tann avgerð, sum hesir mynduleikar tóku, tá ið Framtaksgrunnurin var stovnsettur, hevur í 12 ár prógvað, at so er ikki.
Hendan miðvísa, lógarfesta niðurbinding og eyðræning av okum, má nú enda.
Tað er IKKI virðiligt at tosa um at vinna pening til Landskassan fyri fiskavirkið í Vági, sum tykur hava havt stongt í 12 ár.
Tí er tað einasta rætta at avhenda virkið til Vágs Býrað, sum síðan kann lýsa tað til sølu sum skjótast.