Ognin nærkast einari milliard

Raksturin hjá Lívstryggingini gav eitt avlop upp á 22,4 mió. krónur áðrenn útlutan av bonus. Úrslitið hevur givið Lívstryggingini møguleika fyri, hóast fallandi rentustøði, at geva tryggingartakarum sínum eina rentu upp á 6,25 prosent fyri árið 1998

Tað er ein øgilig savnan av peningi, sum fer fram í tryggingarstovnunum.

Tryggingarfelagið hevur við sínum nógvu árum á bakið savna ein stóran »pengatanga« og tað hevur Føroya Lívstrygging eisini.

Í sambanddi við roknskapin, sum nú er lagdur fram sæst, at ognin hjá Føroya Lívstrygging er upp á knappar 981 mió. krónur móti 898 mió. krónum í 1997.

Økingin stavar serliga frá vøkstrinum í lánsbrævaognini.

Í 1997 átti lívstryggingin fyri knappar 560 mió. krónur í lánsbrøvum, men í 1998 átti lívstryggingin fyri 651 mió. krónur í lánsbrøvum.

Her er talan um ein vøkstur upp á góðar 92 mió. krónur.

Hinvegin eru útlánini fallin við umleið 20 mió. krónum, samstundis sum innlánini í peningastovnum eru fallin við góðum sjey milliónum.

Her er tó neyvan nakað at óttast fyri, tí enn eigur Føroya Lívstrygging góðar 63 mió. krónur innistandandi í peningastovunum.


Kontant ogn

uppá eina milliard

Verða øll hesi tølini samantald, samstundis sum partabrøvini verða løgd aftrat, so síggja vit, at samanlagda fíggjarognin hjá Føroya Lívstrygging er beint undir eini heilari milliard.

Hetta eru ikki smávegis upphæddir at umsita, og tað krevur eisini eitt ótrúligt varsemi, tá ein »plaserar« pengarnar.

Hetta er leiðslan á Føroya Lívstrygging púra greið yvir, og tí er meginparturin av inngoldnu tryggingarpengunum settur í láns- og virðisbrøv uttanlands.

Umleið 20 prosent av ognini eru lænt út, men eisini her er neyðugt við sera stórum varsemi, og tað merkir millum annað, at pengarnir verða læntir út til kommunur.

Hóast stóru skuldarbyrðurnar, og drúgvu samráðingarnar um skuldarsaneringar, so eru hesi útlánini trygg.

Í tíðindaskrivinum frá Føroya Lívstrygging verður sagt, at stóra kapitalognin hjá Føroya Lívstrygging vísir hvussu kapitalsavnandi virksemi stovnsins er og, at tað er við at styrkja tann føroyska samfelagsbúskapin munandi við tað, at tað er peningur tryggingartakarans, sum verður settur í tryggar íløgur