Ognin hjá Regini Jacobsen og mammuni Oddvør Jacobsen hevur mangan verið umrødd, tá virðið hjá Bakkafrost er á breddanum. Regin Jakobsen er stjóri á Bakkafrost, sum er gamla famljufyritøkan á Glyvrum. Oddvør eigur partin, sum maður hennara, Hans Jacobsen, sáli, átti. Tey bæði eru eisini gamlir kenningar á listanum yvir 100 tey ríkastu fólkini í kongaríkinum, sum danski miðilin Økonomisk Ugebrev gevur út á hvørjum ári.
Tá listin varð gjørdur í fjør lógu tey bæði sum nummar 34 á listanum yvir 100 tey ríkastu í kongaríkinum. Tey eru á listanum undir einum, og tí er ognarparturin lagdur saman. Tey eiga hvør sær um 8 prosent av partapeninginum í P/F Bakkafrost, og sambært Økonomisk Ugebrev er partur teirra tilsamans versur 3,8 milliardir krónur – ella 1,9 milliard krónur í part.
Lesið eisini: Ríkasti føroyingur eigur ognir fyri 2,1 milliard krónur
Tað er munandi minni enn í fjør, tí tá var partur teirra 5,1 milliard krónur verdur sambært Økonomisk Ugebrev. Tað er 1,3 milliardir krónur minni. Tað vil siga, at ogn teirra sambært Økonomisk Ugebrev er tódnað við 1.300 milliónum krónum, síðani listin varð gjørdur í fjør.
Tí eru tey eisini farin av plássi nummar 34 á listanum til nummar 53.
Orsøkin til broytingina í ognini hjá Bakkafrostframiljuni hevur einki við at gera, at tey hava mist pengar ella ognir. Orsøkin er tann einfalda, at kursurin á partabrøvunum í Bakkafrost er lægri nú enn fyri einum ári síðani. Tá var hann 763 norskar krónur fyri partabrævið. Nú er hann 475 norskar krónur fyri partabrævið.