Klaksvík:
Steinbjørn Jacobsen fegnast fyrst og fremst um, at arbeiðið nú er farið í gongd, men hann harmast um, at tað ikki ber til at fara fyrr í gongd Borðoyarmegin, tí tað fer at darva fleiri verkætlanum, sum Klaksvíkar kommuna hevur í umbúnað at fara í holt við.
? Grótið frá tunlinum skal nýtast í fleiri verkætlanum, men tað ber ikki til at byrja upp á tær, so longi sum vegagerðin okkara megin ikki fer í gongd, sigur borgarstjórin, sum hevur hug at vera eitt sindur illfýsin um ognartøkuna og handfaringina av tí málinum.
Tað er ongin loyna, at tá tað eru yvir 100 eigarar tvørtur um eitt lendi, sum skal ognartakast, so kann tað taka sína tíð.
? Men hetta vistu vit øll áðrenn, sigur Steinbjørn og setur spurnartekin við, um tað sostatt bert mundi vera pf Norðoyatunnilin, sum ikki var greitt yvir hetta.
Men tey, sum vóru á kunnandi fundi um Norðoyatunnilin fyrr í ár, minnast flest øll, at ein av eigarunum á hesum øki, reisti seg upp og nam nevniliga við hendan spurningin um ognartøkuna tvørtur um Gerðabø.
Tá lat tað ikki til á umboðunum fyri Norðoyatunlinum, sum um at tey sóu hetta sum nakran stóran trupulleika. Men í áðurnevnda tíðindaskrivi kemur fram, at nettupp orsakað av ognartøkuni kann arbeiðið Borðoyarmegin ikki fara í gongd fyrr enn eftir ársskiftið.
Seinkar øðrum verkætlanum
Steinbjørn Jacobsen sigur eisini, at tað at arbeiðið Borðoyarmegin ikki fer í gongd enn, seinkar samstundir øðrum verkætlanum, sum Klaksvíkar kommuna er farin í holt við, sum liður í at fyrireika seg til stóru broytingina, tá tað verður koyrandi millum Borðoynna og meginlandið.
Hann nevnir til dømis góðshavnina í Ánunum, har Klaksvíkar kommuna hevur tikið av tilboðnum frá J og K Petersen um at gera arbeiðið liðugt. Har skal ymiskt gerast, og tørvur er á gróti frá tunlinum, men tað arbeiðið kann sostatt ikki fara í gongd enn.
? Tað er harmiligt, at aðrar verkætlanir ikki kunnu fara í gongd, orsaka av, at tað ikki er rætt framfarið í ognartøkunum í sambandi við undirsjóvartunnilin, sigur Steinbjørn Jacobsen. Hann sigur, at hann hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at tað fór at taka langa tíð, men kortini er ognartøkan ikki byrjað enn.
Ein onnur stór verkætlan, sum fer í gongd í kjalarvørrinum av undirsjóvartunlinum, er miðbýurin í Klaksvík. Ætlanin er at fylla alt økið frá sandinum, har sum hann er í dag, og út til bátabrúgvarnar við gróti frá tunlinum.
Men hesi mugu sostatt bíða við at fara í gongd, inntil arbeiðið upp á tunnilin og vegagerðina Borðoyarmegin eru farin í gongd.
Harmiligt
Dávur Reinert Hansen, stjóri í Norðoyatunlinum, sigur, at tey hava ásannað, at tað ikki er nemt at samráðast við yvir 100 eigarar í senn. Og hann sigur, at tískil hava tey sent út eitt semjuskriv um endurgjald til flestu eigararnar við freist tann 6. oktober, samstundis sum ognartøkan verður fyrireikað. Og kærutíðin er tríggjar mánaðir eftir freistina.
Dávur sigur, at tey harmast um, at aðrar verkætlanir ikki kunnu fara í gongd, men hann leggur dent á, at tey noyðast at fylgja teimum reglum, sum eru og liva eftir teimum.
? Vit vildu ynskt, at vit kundu farið í gongd samstundis báðumegin, men tað ber so ikki til, sum er. Men ognartøkan fer í gongd eftir 6. oktober, og so byrjar arbeiðið Borðoyarmegin eftir ársskiftið, sigur hann.
Stjórin í pf Norðoyatunlinum hevur sostatt góðar vónir um, at arbeiðið Borðoyarmegin fer í gongd stutt eftir ársskiftið. Hann sigur, at eftir sum hann hevur skilt, so verða møguligar kærur viðgjørdar í kærufreistini, og tískil dugir hann ikki at síggja nakað í vegin fyri, at alt ikki skuldi verið tilreiðar tann 6. januar 2004.
? Og so er tað veðrið sjálvandi. Januar mánaði kann vera keðiligur, tað vita vit øll, so um tað kann sjálvandi henda, at veðrið fer at hava sína ávirkan á júst dagfestingina fyri, nær arbeiðið fer í gongd, sigur Dávur Reinert Hansen, stjóri í pf Norðoyatunnilin.