Ognartøka, eykaskattur ella bæði?

Til fyri fáum døgum síðani áttu tú og eg 1/ 48.000 part av einum banka, ein ogn, ið eg loyvi mær at virðis­meta til umleið kr. 60.000. Tað merkir so aftur, at eitt húski við móður, faðir og 3 børnum átti eitt virði svarandi til kr. 300.000.

Men brádliga ein morgun í farnu viku vórðu 2/3 av hesum virði ognar­tiknir, grundað á eina nærum einmælta løgtings­samtykt í fjør vár, sum heimilaði hesum.

2/3 av 60.000 - tvs. kr. 40.000 (ella fyri familjuna oman fyri kr. 200.000) vórðu við hesari løgtings­sam­tykt ognartiknar frá tær og mær. Ella vit kunu eisini siga, at við hesum varð ein eykaskattur av ókendum dimensiónum frá degi til dag lagdur á hvønn einasta føroying, frá elsta til seinast fødda pinku­barnið.

Jamen, tað almenna dugir jú ikki at reka bankar, hevur onkur kanska lært teg at svara mær, so var ikki upp á tíðina at selja hann?

Hesum uppáhaldi eri eg als ikki samdur í, men um so var, hví so ikki, ístaðin fyri at skipa eina sølu, ið gevur nøkrum fáum møgu­leika at ríka seg av ogn alra, geva hvørjum eins­tøkum føroyingi (banka­ánara) sín part av banka­num sum partabræv? So kundi hann, hon ella tey gjørt av, um tey framvegis vildu eiga part av bankanum ella at umseta hesa ogn til krónur og oyru - og tá væl at merkja til fult søluvirði?

Saman við bankanum áttu tú og eg fornemmar ognir - málningalist fyri óivað trísiffrað millióna krónu­tal. Løgtingið við­gjørdi hetta áðrenn heim­ferð í vár, og lovað varð, at hesar ognir skuldu ikki seljast við bankanum, men fram­vegis vera ogn vanliga føroyinga.

Men longu dagin eftir at sølan var byrjað, trein embætismaður, høgra hond landstýrismansins í skúla- og mentamálum, fram, og kunngjørdi, at hesar ognir skuldu keypast frá banka­num. Vit, tú og eg, skuldu keypa tær frá privatiseraða bankanum, tí ”nú hevði sølan jú givið so nógv av sær til landskassan”. Tvs. at man ognartekur ogn tína, áleggur eykaskatt og síðani brúkar man skattapening tín at keypa, tína vegna, frá nýggju eigarunum tað, ið tú og eg frammanundan áttu.

Omaná alt pástendur man, at útlendskir ser­frøðingar hava lagt hetta til rættis, og tað sambært bestu og fremstu serfrøði.

Frá mínum sjónarhorni er als ikki talan um ser­frøði ella vísund, tíans­heldur um vit ella skil. Haldi heldur talan vera um miðvíst tilrættalagda ognar­tøku, umfordeiling av ríkidømi og eykaskatt.