Ognarfelagið syndrast

Jógvan Mørkøre er farin úr Umboðsráðnum fyri tryggingartakararnar í LÍV, og hevur harvið eisini sagt seg frá sum formaður í Ognarfelagnum LÍV.

Fráfarandi formaðurin ger samstundis greitt, at alt Umboðsráðið og harvið eisini nevndin í Ognarfelagnum LÍV eigur at leggja frá sær, tí tey umboða ikki longur meirilutan av tryggingartakarunum.

Ognarfelagið LÍV skal sambært lóg fáa handað helvtina av Føroya Lívstrygging, samstundis sum hin helvtin av felagnum verður seld.

18 fakfeløg hava síðsta árið roynt at keypa helvtina av LÍV, men Tryggingareftirlitið kann ikki góðkenna søluna.

Eftir at Tryggingareftirlitið um mánaðarskiftið kolldømdi søluna til sp/f Fakfelag, heitti Ognarfelagið LÍV á landsstýrið um at fáa málið avgreitt. Til dømis við at selja helvtina til TF Holding. Eisini bað Ognarfelagið um at fáa sína helvt av felagnum avhendað beinanvegin, tað vil siga áðrenn 1. mai.

Tað var gjørt í brævi til Vinnumálaráðið og løgmann, dagfest 10. apríl.

Men higartil hevur áheitanin verið til fánýtis.

- Eg ynskti at halda fast við tí, ið varð kravt av samdari nevnd 10. apríl. Ein meiriluti í nevndini broytti støðu eftir trýsti frá Johan Dahl og fór undir samráðingar við smápartafelagið, ið hevði fingið krakk frá Tryggingareftirlitinum. 8 ára oyðumarkargongdin hjá Ognarfelagnum fer tí at halda fram, og einki verður selt ella avhent fyri 1. mai, sum var eitt evstamark, sigur Jógvan Mørkøre.

Jógvan Mørkøre hevur boðað bæði Vinnumálaráðnum og løgmanni frá avgerð síni.