Ognarfelagið mist tolið

Felagið, ið umboðar allar tryggingartakarar í LÍV, hevur mist tolið við Vinnumálaráðnum og vil hava løgmann at taka um endan. Ognarfelagið LÍV trýr ikki uppá, at fakfeløgini klára at lofta helvtini av LÍV

Løgmaður verður nú drigin inn í málið um einskiljingina av LÍV. Kaj Leo Holm Johannesen fær í dag eitt bræv frá Ognarfelagnum LÍV, har løgmaður snøgt sagt verður biðin um at taka um endan á hesum drúgva máli.
Tað váttar Jógvan Mørkøre, formaður í Ognarfelagnum LÍV. Jógvan Mørkøre vil tó ikki siga, hvat stendur í brævinum til løgmann, tí móttakarin skal hava møguleika at lesa tað fyrst. Fleiri viðmerkingar hevur hann ikki í løtuni.
Orsøkin til stigið er, sum Sosialurin skilir, at Tryggingareftirlitið kann ikki góðkenna fakfeløgini sum keyparar av helvtini av LÍV. Við Sosialin fríggjadagin segði Pætur Niclasen, nevndarformaður í sp/f Fakfelag, at fakfeløgini framvegis ætla at keypa, hóast Tryggingareftirlitið enn ikki kann góðkenna tey sum keyparar.
- Vit hava framvegis vónir um, at tað fer at eydnast okkum at keypa helvtina av LÍV. Men tað fer at taka longri tíð enn ætlað, helst einar 4-8 vikur, sigur Pætur Niclasen.
Men Ognarfelagið LÍV, sum sambært lóg skal fáa avhendað hina helvtina av LÍV, hevur sum nevnt mist trúnna á, at slíkar loysnir kunnu finnast.

Á politiskt borð
Fyrr í hesum mánaðinum sendi Ognarfelagið LÍV bræv til Vinnumálaráðið, har gjørt varð greitt, at tey tíma ikki at spæla við meira.
Í brævinum til Vinnumálaráðið gjørdi Ognarfelagið greitt, at tey meta søluna til sp/f Fakfelag at vera dotna niðurfyri, og felagið sigur seg ikki hava hug at leingja freistirnar, soleiðis at fakfeløgini fáa ein kjans afturat. Í staðin mælti Ognarfelagið LÍV enn einaferð til, at TH Holding sleppur at keypa helvtina av LÍV.
Brævið til Vinnumálaráðið varð sent tíðliga í apríl, við avriti til løgmann. Ognarfelagið LÍV bað tá um fund við landsstýrismannin í vinnumálum, men higartil er eingin fundur komin í lag.
Í brævinum til Vinnumálaráðið fyrst í apríl metir Ognarfelagið LÍV støðuna so álvarsama, at komið er til eitt markamót.
- Avgerðirnar komandi vikurnar gera av, um LÍV hórar undan sum felag, ella bløðir út, skrivaði Ognarfelagið í brævinum til Vinnumálaráðið.
Nú er Ognarfelagið LÍV sum nevnt farið eitt stig víðari, og heitir beinleiðis á løgmann um at taka um endan.


….

Myndatxt:
Sosialurin kundi fríggjadagin avdúka, at fakfeløgini sleppa ikki at keypa helvtina av Føroya Lívstrygging. Tryggingareftirlitið. Tryggingareftirlitið kann ikki góðkenna fakfeløgini sum keyparar, tí tey eru ov veik at lofta eftirlønarmilliardunum. Á síðulinjuni bíðar TF Holding við einum ítøkiligum tilboð. Ognarfelagið LÍV, sum sambært lóg skal fáa hina helvtina av LÍV, hevur mist tolið við fakfeløgini og biður landsstýrið um at selja hina helvtina til TF Holding.