Randi í Jógvanstovu
Nei her eru einans taparar. Tá løgtingið í fjør summar samtyktu at vegaføringin gjøgnum Leirvík gekk niðarlaga í bygdini andaðu øll lætna upp. Nú varð friður, arbeiðsfriður, vit kundu endiliga fara til verka. Ùtstykkingar, raðhús,barnagarður, bátahylur, eldraíbúðir, o.s.fr. Alt hettar hava vit arbeitt við eftir at løgtingið samtykti at vegaføringin liggur niðarlaga í bygdini. Ikki eina tí einastu ferðina fekk eitt samlað kommunustýri upplýsingar um at arbeitt var við øðrum ætlanum. Heldur ikki tá fíggjarætlanin fyri Leirvíkar kommunu 28/11-06 var samtykt, fingu vit nakað at vita um at byggi og býarskipanin ið vit høvdu atkvøð fyri hevði við sær so ógvusligar broytingar. Í dag kennir ein seg lumpaða, drigin upp á tráð og svikin. Vit hava arbeitt útfrá følskum fortreytum. Trivnaðarnevndin er hildin fyri tað turra spott. Samrøður við foreldraumboðum, leiðarar fyri barnaansingina og nógv onnur var bert eitt skálkaskjól fyri tær ætlanir sum lagdar vóru fyri kommunustýri 09/03-07, har 30 borgarar, vóru uppmøttir.
Nei, vinnarar eru eingir – einans taparar nevnliga borgarin í Leirvík.










