Og so kom hálkan ...

Hálkan gjørdi at nógv ferðsluóhapp vóru um vikuskifti. Fólk eru nóg ansin tá hálkan kemur, sigur Súni Vinter, støðleiðari í Havn

Hálkan voldi stórar trupulleikar í ferðsluni um vikuskifti.

Ikki færri enn 16 ferðsluóhapp vóru um vikuskifti. Eitt teirra hendi leygardagin, og har hevði løgreglan varhugan av, at førarin var ávirkaður av rúsdrekka.

Hann var tí tikin við á støðina har blóðroynd varð tikin.

Um átta-tíðina leygarkvøldið var eitt ferðsluóhapp á krossinum Grønlandsvegur-Svalbardsvegur. Bilførarin varnaðist ikki hálkuna fyrr enn ov seint var, og rendi inn í síðuna á hinum bilinum.

Sjúkrabilurin kom á staðið, men eftir tí vit hava skilt, hendi ikki stórvegis persónsskaði, tíbetur.

Sunnukvøldið, stutt áðrenn klokkan 22, hendi eitt ferðsluóhapp í J. C. Svabosgøtu. Ein bilur sum var á veg inn í móti býnum var so óheppin at enda úti í gongubreytini, sum er oman móti Sandágerði.

Bilførarin fekk nakrar snuddir og varð innlagdur á landssjúkrahúsið til kanningar. Bilurin fekk stóran skaða, sigur Suni Vinther, støðleiðari í Havn.

Tað tykist, sum flestu óhapp henda av ósketni. Bilførararnir eru ikki nóg ansnir, tá teir fara út í hálkuna at koyra og tí er ferðin ov høg, sigur Súni Vinther, støðleiðari í Havn.