Og so fingu teir aftur harðan

Teitur Vágadal, sjúkrarøktarfrøðislesandi
----
Politikkur er løgin. Egna verður við at politikkarin skal veljast fyri landsins besta. Tí at hann vil raðfesta rætt, og hevur nøkur hjartamál. Men hamskifti sæst beinavegin. Tað, sum varð lovað av t.d. bleytum virðum, verður skift út við okkurt, sum eingin hevur biðið um ella leggur nakað serligt í.
Eldraøkið er greitt dømi um hetta. Lovað er í fleiri umførum at nú skulu tey bleytu virðini uppraðfestast, men gakk, okkurt sum ein ikki bað um, er í staðin hent. Sjálvt tá neyðin er allar størst, megnar Løgtingi ikki at finna neyðuga peningin, so at tey neyðstøddu og gomlu, mugu finna seg í at bíða enn longur eftir hjálp.
Men tunlar og vegir, teir vinna altíð frama. Hvat er tað sum ger tað, hví eru teir so týðningarmiklir, at teir mugu uppraðfestast fram um tey gomlu, ungu, sjúku, støku foreldrini og so framvegis?
Tey sum brúka mestan heilivág hava fingið eykarokning, láglønt fáa framvegis ongan veruligan lætta, tey ungu mugu framvegis velja lívsleiðina framum heimlandi. Meðan tunlar fyri ørandi upphæddir vera játtaðir. Til 350 fólk í Viðareiði ístaðin fyri 700 í Hvalba og Sandvík.
“Eg ein stóran og tú ongan”
tykist til at vera niðurlagið. Tey fólkavaldu sita í 4 ár, og handla hareftur. Stuttsiktað. Líka mikið um fólkaminking er prógvaður veruleiki, líka mikið um teimum gomlu tørva hjálp, líka mikið um almenn starvsfólk verða skýrd inneffektiv, og mugu renna skjótari. Við harraboðum frá óvitandi landsstýrisfólki og Løgtingi.
Verð ikki so negativur!
Onkur hevur skýrt meg at vera so negativan, og biðji meg heldur fokuserað uppá tað positiva. Guðarnir skulu vita at eg royni, men landsins valdu oyðileggja tað ferð eftir ferð.
Heildarætlanin um fólkaminking/fráflyting var eitt satt ljóspunt, um at gongdin í Føroyum kann lættliga vendast. Men varð niðurskotin við kravinum um yvirskot á fíggjarlógini. Sjálvt um uppskotið skal síggjast sum ein heildarloysn, velur landstýrið at plukka burturúr, og bert brúka tað sum hóskar til avmarkaðu hugsan hjá landsstýrinum. Men at halda áfram við at úbyggja samferðslukervið á 60. árið er eingin trupulleiki.
Okkara dýru óáhugaverdu bilar fara opinbart framvegis at hava frammihjárætt, framum tey gomlu, sum bygdu land, og tey ungu, sum skulu bera víðari landið.
So, er tað bara eg, sum havi hug at spreingja allar vegir og tunlar í Føroyum fyri at politikkarnir skulu vakna og raðfesta, sum teir lovaðu?