Og píka, Heðin!

So segði hann tað aftur! Nú skal Havnin sópast fyri lort. Hesuferð eru tað píkarnir, sum skulu úr Havnini. Alt gott um tað

Grundgevingarnar fyri tí eru, at teir dálka so nógv, og at tey sum hava allergi ikki fáa andað. Tað er gott, hann er tilvitaður um tað. Men tá tað kemur osingina inni í Firði í Kollafirði, tá tykist Heðin ikki vita so nógv um avleingarnar av øllum tí eitrandi roykinum, sum kemur úr skipunum, sum liggja har. Men soleiðis er, tá man sópar undir gólvteppið.

Heðin, vit ynskja nakað tað sama, sum tit í Havn. Vit eru hóast alt eisini ein partur av kommununi. Sum tað ljóðaði á tær, so skuldi tað ikki verið nakar trupulleiki.

Tá tað kemur til allan tann eitrandi russararoykin inni í Firði, tá eru píkarnir í Havn lítið av miklum. So gott hevði verið, um Heðin var líka tilvitaður um tað, sum um píkarnir í Havn. Hugsa um tey neyðars børn, sum ganga í Barnagarðinum millum Bóla, har man ikki vera tespiligt, tá hann liggur út eftir fjørðinum.

Tað var hugaligt at hoyra býarstjóran í ÚF, har hann tosaði um, hvussu vandamikið tað er hjá havnaborgarum at anda handan eitrandi roykin niður í seg. Heðin man ikki halda tað vera so vandamikið hjá borgarunum á Signabø og í Kollafirði at anda russararoykin niður í seg, tí hann hevur ikki gjørt nakað serligt fyri at bøta um tað. Men kanska honum ein dag kemur til hugs, at roykurin her norðuri er líka vandamikil sum roykurin av píkunum í Havn.

Tað kundi kanska verið eitt hugskot at gjørt á sama hátt við skipini, sum við bilunum við píkum í Havn. Heðin legði upp til, at bilarnir skuldu parkerast uttan fyri Havnina. Sama kundu vit hugsa okkum var gjørt vit tey russisku skipini, sum koma inn á Kollafjørð, (tað er Pressarin, sum leggur tey til kaj óansæð) so tey góvust at spræna handan eitrandi roykin út og ikki minst at sleppa av við handan ótolandi larmin. Til dømis kundi verið kravt, at teir sløktu motorin úti við havnamerki áðrenn teir koma inn á fjørðin, líka sum í HAVN. Kanska man tá kundi tikið handan býarstjóran fyri fult.

Tað er gaman í at halda Havnina reina, tá man blakar lortin úr Havnini og norðum. Vit hava ella høvdu eina deiliga havn í Kollafirði. Nú skal hon bara brúkast til tað, sum dálkar og órógvar for nógv í Havn. Osandi, gassandi russaraskip og buldrandi konteynarar.