Jákup Petersen, yvirlækni
-----
Tað gekk nógv betri og skjótari, enn eg nakrantíð hevði væntað, tá Klaksvíkar Sjúkrahús heitti á landsstýrismannin í heilsumálum, John Johannessen, um at finna okkum pening til hølisbroytingar og renovering.
Í hesum døgum er ikki lætt at finna pening. Klaksvíkar Sjúkrahús fekk at vita, at nýggja heilsu- og sjúkrahúsið mátti bíða nøkur ár afturat orsaka av fíggjarligu viðurskiftunum.
Leiðslan á sjúkrahúsinum hevði nakrar fundir um hetta og kom til ta niðurstøðu, at umstøðurnar í verandi byggningi eru so út av lagi vánaligar, at tørvur varð á broytingum og renoveringum so skjótt sum gjørligt.
Fundur varð síðani aftur hildin við landsstúrismann, John Johannessen, sum heitti á okkum um at gera eitt yvirlit og eina kostnaðarmeting.
Hetta varð so gjørt, og eina ella tvær vikur seinri møtti eg John sum segði, at alt var í lagi og, at vit eisini fingu tann pening, vit høvdu biðið um.
Eg var púra paff. Helt eina løtu, at hetta kundi ikki passa. »Tað skal líka góðkennast«, smíltist John. So skjóta málsviðgerð minnist meg ikki at hava upplivað.
Vit hava í mong ár havt eitt sera gott samarbeiði við Heilsumálaráðið – men her var eg bilsin. Eg veit væl, at tað skal meira enn ein politikari til at fáa sovorið ígjøgnum, men uttan ein jaligan og skjóttarbeiðandi landsstýrismann kann málsviðgerðin taka mánaðir og ár.
Eina stóra tøkk til tín John!