Og hvat so, Regin Jespersen?

Fyrr var allur ítróttur spæl. Eisini fótbóltur. Í dag er fótbóltur mentan og verður undirborin í almennum, kommunalum og øðrum stuðuli

Aðrastaðni er ítróttur eisini mentan. Men uppbýtið er ikki tað sama sum í Føroyum. Aðrastaðni er annað og meiri umfatað av tí, vit kalla mentan.

Roynt verður av øllum alvi at fanga ungdómin og fáa hann áhugaðan í skilagóðum tiltøkum, so tíðin ikki fer til spillu ella tað, ið verri er. Tað týdningarmesta er ikki at kriminalisera ungdómin, tí gert tú tað, so provokerar tú hann og hann endar á einum síðuspori.

 

Nú hevur løgreglan kriminaliserað ein stóran part av Vágoynni. Í útvarpinum varð reypað um, at 25 súkklur vórðu tiknar av løgregluni. Eigararnir/foreldrini hava mist súkklurnar og kunnu vænta sær bót.

Og hvat so?

Vit kunnu skjótt verða samd um, at 14 ára gomul ikki eiga at koyra prutl á almennum vegi. Vit kunnu skjótt semjast um, at foreldur ikki eiga at geva smábørnum motorsúkklur. Tað tørvar okkum ikki magistaraprógv fyri at vita.

Men eitt sindur meira enn vanligt gonguvit skal eftir øllum at døma til fyri at síggja, at prutlkoyringin í Vágum er eitt symptom uppá eitt ella annað - ella eitt úrslit av eini skeivari gongd.

 

Nú sita 25 útskammaðir stórir drongir við ongari súkklu vesturi í Vágum. Og stórari skuld. Og eg kann ikki lata vera við at spyrja: Og hvat so, Regin Jespersen?

Var hatta tað? Hevur løgreglan nú loyst problemið? Eru nú øll glað og valdar friður nú aftur í Vágum?

Ella prutlar nú undir lokinum, har 25 stórir drongir sita kókandi av illsinni, hormonum og frustrasjónum og upphugsa, hvussu teir nú skulu hevna seg inn á Regin Jespersen? Inn á Vágoynna? Ella samfelagið?

Er úrslitið ikki bara total frustrasjón, nú løgreglan fjernaði úrslitið av skeivu gongdini, uttan yvirhøvur at kanna ella spyrja, hví støðan er sum hon er??

 

Fari tí í ganska vanligum treiskni enn einaferð fyri 1117. ferð at endurtaka, at problemið ongantíð var uppstaðið, um vit bóru okkum líka vaksið at sum í grannalondum okkara. Aðrastaðni hoyra t.d. smáar koyribreytir undir ítrótt og mentan. Aðrastaðni sleppa 10-12 ára gamlir drongir at royna seg í vardum umhvørvi.

Einki stað í Føroyum er betri egnað enn akkurát Vágoyggin til koyribreytir, har ungu mennirnir kundu spolað bæði hormonir og frustrasjónir úr kroppinum. Og tað mátti verið upplagt hjá løgregluni at verið við í slíkum arbeiði og stuðlað og hjálpt, heldur enn at nýta orkuna í hinum endanum, tá skaðin er hendur.

 

Umhvørvið er til tað har vesturi. Fleiri øki eru klár at koyra á. Royn nú og hugsa tankan, at tit høvu fótbóltsvallir har vesturi, men at eingin spældi á teimum? Innsatsurin hevði verið øgiligur fyri at fingið ungdómin út á vallirnar og tað hevði ikki skortað við vælvild og pengum.

Flyt so somu vælvildina yvir á hesar, sum ikki fáa somu sømdir sum teir, ið spæla fótbólt. Kanska har er ein Ole Olsen ímillum teirra. Kanska arbeiðið verður uppruni til besta speedwaybana í norðurlondum, hagar heimspressan kemur at hyggja at altjóða kappingum?

Ella síggja tit ikki dreymarnar fyri berum fótbóltum?

 

Hvat nú, Regin Jespersen?