Fyrilestur verður á Listasavni Føroya sunnudag 10. januar kl. 16 við Nils Ohrt.
Ferðin hjá teimum trimum vísmonnunum til Betlehem er eitt av best umtóktu motivunum í eldri kristnu listini.
Serliga í seinnu miðøld varð motivið lýst við skreyti og ríkidømi, tað mest stórfingna, sum ein kundi ímyndað sær.
Tann vakrasta lýsingin av ferðini hjá vísmonnunum finna vit í Firenze, har málarin Benozzo Gozzoli í um 1460 prýddi kapellið í borgini hjá Medici familjuni.
Fyrilesturin er ókeypis, og øll eru vælkomin, boðar Listasavnið frá.