Yvirstýringstendensir. Hitaveitingin veldst av, hvussu nógvum snúningum tú koyrir við. Instrumentbrettið og fremstu hornastólpar eru ikki polstraðir. Startlykilin vandamikla nær høgum knøum. Prísurin var 22.674 krónur, og tann bíligasti 1.2 litur Typa q kostaði 16.740.
14. oktober 1946 vóru teir fyrstu 10.000 Fólkavognarnir framleiddir. Í desember 1955 tann fyrsta milliónin. Í desember 1961 nummar fimm millión. Í september 1965 nummar 10 millión. 17. februar 1972 nummar 15.007.034, og tá var heimsmetið hjá Ford T tikið. Í juni 1992 rundaður Fólkavognarnir 21 millión - og síðan hava vit ikki talt.