..og ein teirra ber navnið listaskáli..

Nú er fyrsti listaskáli í Suðuroynni latin upp. Átta lisafólki eru við á fyrstu framsýningini

Nú hava eisini suðuroyingar fingið sín egna listaskála.

Nýggi listaskálin, sum Palle Julsgart hevur latið upp í kjallaranum í sethúsum sínum á Tanganum á Tvøroyri, letur upp fyri almenninginum klokkan fýra í dag.

Men sunnudagin vórðu dyrnar í listaskálanum Oynni, sum Palle Julsgart hevur nevnt hann, kortini latin upp, tá ið lítil, men hátíðarlig samkoma var fyri innbodnum, tað eru umboðum fyri kommunum, felagsskapum, stovnum o.ø, eitt nú teimum, sum hava stuðlað tiltakinum.

Á samkomuni sang eitt kór undir leiðslu av Jóannes Nolsøe, Eyðun Nolsøe sang og spældi og Jóannes Nielsen las nakrar av sínum yrkingum.


Gott samstarv

Tað er langt síðani, at Palle Julsgart ferkk hugskotið at gera ein listaskála í Suðuroynni, men tað er ikki fyrrenn nú, hesa seinastu tíðina, at ætlanin er farin at taka skap.

Og nú Oyggin er tikin í nýtslu, sigur stigtakarin, at hann vónar, at hetta verður til gleði fyri alla oynna.

Hann vónar eisini at fáa gott samstarv við Norðurlandahúsið og Listaskálan í Havn so at tað ber til at fáa framsýningar suður.

Og hann sigur, at m.a. hevur Norðurlandahúsið verið sera vælviljað.


Nógvir bústaðir

Jóannes Nielsen segði, at fyrr var Kirkjan tann stóri mentanarligi miðdepilin.

? Tað komst helst av, at har, Gud varð tilbiðin, skuldi tað helst vera vakurt.

?Kirkjurnar rúmaðu bæði málningalist, tónleik og byggilist, og nógv av teimum størstu skøldunum vóru eisini prestar. Og hvør lítil kirkja, ella stovnur undir kirkjuni, varð vígdur, antin av presti ella bispi.

?Men í okkara verðsligu tíðum hava vit fingið nógvar aðrar mentanarligar miðdeplar enn kirkjuna.

Jóannes Nielsen helt, at hóast tað neyvan var ætlanin hjá Oynni at taka upp kappingina við kirkjuna og Salem, hómaði hann kortini ein paralell.

? Framvegis er sálin heilag, men samstundis er hon vorðin verðsliggjørd.

? Og sagt í øllum lítillæti, so havi eg viðhvørt kent meg sum ein verðsligan prest.

? Og mín søk hevur verið at bygt eitt paradís hesumegin deyðan.

?Í einum sovorðnum paradísi eru nógvir bústaðir. Og ein av teimum ber navnið listaskáli...


Átta framsýnarar

Ikki færri enn átta listafólk eru við á teirri fyrstu framsýningini í Oynni.

Hendan framsýningin verður ein mánaða, fram til 22. august.

Mánadag er Oyggin stongd. Men týsdag, mikudag og hósdag er opið frá kl. 16-19. Leygardag og sunnudag er opið frá kl. 14-19.

Hvør næsta framsýningin verður er ikki greitt enn, men Palle Julsgart sigur, at ætlanin er at hava framsýningar alla tíðina og at skifta ímillum øll sløg av list, bæði úr Føroyum og úr hinum norðurlondunum eisini.

Tey átta listafólkini, sum eru við á framsýningini, eru Øssur Mohr, Hanna Bjartalíð, Anna Seppala, Jóna Mortensen, Rannvá Mortensen, Palle Julsgart, Bárður Jákupsson og Kári Svensson.

Og byrjanin hjá Oynni kundi verið verri, tí longu tannfyrsta dagin seldi Øssur Mohr ein málning og Jóna Sørensen fýra grafisk verk.